Tíðindi

Heimið eigur at vita, at alt verður gjørt fyri at hjálpa barninum

Kemur eitt barnaverndarmál púra óvart á eina familju, kann tað skeikla viðurskiftini millum heimið og skúlan illa. Skúlin eigur at leggja dent á, at heimið kann hava álit á honum.

18.02.2019

Tað eru sum so eingi formlig krøv til, hvussu ein fráboðan skal vera, ið skúli ella lærari senda inn.

- Tað, ið vit sum barnavernd mæla til, er, at skúlin ella lærarin kemur við eini skrivligari fráboðan. Tað góða við tí háttinum er, at tú hevur skrivað niður tað, ið tú vilt hava fram, og fært hildið fast í kjarnanum í málinum. Tú fert á fund við foreldrini, har tú greiðir teimum frá fráboðanini, ið fer til barnaverndina. Skúlin eigur at standa fast við tað, sum stendur í fráboðanini, og foreldrini eiga at vita, hvat stendur í henni, tá hon verður latin barnaverndini. Tey kunnu fáa eitt avrit, um tey vilja tað. Næsta stigið er, at barnaverndin setir seg í samband við familjuna. Tað eigur ikki at koma fyri, at ein familja ikki er kunnað, áðrenn vit koma upp í málið. Kemur eitt barnaverndarmál púra óvart á eina familju, kann tað skeikla viðurskiftini millum heimið og skúlan illa. Skúlin eigur at leggja dent á, at heimið kann hava álit á honum. Kanska eru partarnir ikki samdir, men heimið eigur at vita, at alt verður gjørt fyri at hjálpa barninum, sigur Tonju Sonhardsdóttir, leiðara á barnaverndini í Norðoyggjum.

- Tað, sum vit altíð gera í sambandi við eitt barnaverndarmál, er, at vit tosa við foreldrini og barnið. Í samráð við foreldrini royna vit at útvega okkum tær upplýsingar, sum okkum tørvar. Tá tað er gjørt, greiða vit foreldrunum frá, at nú eru vit til reiðar at hjálpa, og hvør hjálpin er. Ymiskt er, hvussu samstarvshugað foreldur eru. Summi eru jalig, onnur eru ivasom og vilja ikki rættiliga samstarva. Umráðandi er, at partarnir tosa virðiliga saman, so tað slepst undan, at hart verður sett móti hørðum.

- Hjálpin, sum veitt verður, eitt nú børnum í skúlaaldri, kann vera so ymisk. Tað kann t.d. vera sálarlig hjálp, spæliterapi til yngri børn, familjuráðgeving, hjálp inn í heimið at loysa ymisk praktisk mál o.s.fr.

Í Skúlablaðnum, sum kom í desember, er samrøða við Tonju Sonhardsdóttur; hon greiðir frá, at ein fráboðan frá einum lærara kann vera fyrsta stigið, ið ger, at eitt barn fær ein betri gerandisdag. Les alla greinina í blaðnum.         

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.