Tíðindi

Heimasitarar skulu fáa hjálp

Hvussu kunnu vit fyribyrgja, at børn gevast í skúlanum, og hvussu kunnu vit hjálpa teimum, sum ikki vilja í skúla ella aftur í skúla? Ein arbeiðsbólkur er settur at lýsa hetta og orða átøk, soleiðis at trupulleikin verður loystur.

08.06.2021

Síðstu árini er talið á børnum og ungum, ið ikki orka at fara heimanífrá og tí heldur ikki í skúla, vaksið nógv. Á skúlamáli verða hesir næmingar nevndir heimasitarar. Summir av hesum næmingum dragast við angist, aðrir við annað. Lærarar og skúlaleiðarar hava víst á, at teimum tørvar sálarfrøðiliga hjálp, og at skúlaskipanin ikki eigur hesa hjálp at bjóða teimum. Trupulleikin verður nú mettur at vera so stórur, at eitthvørt eigur at verða gjørt, soleiðis at næmingarnir verða loftaðir. Tí er arbeiðsbólkurin, sum hevur fingið til uppgávu at lýsa snávingarsteinar og forðingar í skipanum, sum viðvirka til, at ung ikki gjøgnumføra miðnám, biðin um at halda fram, tá ið tað arbeiðið er liðugt, við at kortleggja trupulleikar og finna loysnir og átøk á fólkaskúlaøkinum. Hetta verður væntandi eftir summarfrítíðina. Tað eru 11 fólk umboðandi Uttanríkis- og mentamálaráðið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Undirvísingarstýrið, Sernám og Psykiatriska depilin, ið sita í arbeiðsbólkinum. Tey skulu gera ítøkilig uppskot um, hvar tað skal setast inn fyri at tryggja, at næmingarnir fáa betri hjálp, og at lýsa, um tørvur er á nýggjum tilboðum, og hvørji hesi kundu verið.

- Vit mugu hava vitan, skulu vit megna at hjálpa, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Hvussu nógv tey eru í tali, sum ikki megna at koma í skúla, er eitt sindur ringt at gera eina fullfíggjaða mynd av. Fyri fáum árum síðan segði stjórin í Sernámi, at tey eru meiri enn 30 í tali kring landið, men at tað er trupult at gera eina neyva mynd, tí øll verða ikki skrásett á einum stað og í somu skipanum.

- Helst er talið væl fleiri enn 30; summir næmingar eru burtur úr skúla styttri tíðarskeið, summir í langa tíð. Og sum vit frætta kring landið, so er talið vaksandi. Tað eydnast summum skúlum ella lærarum at fáa næmingarnar aftur í skúla; summi koma aftur í skúla fulla tíð, summi í nakrar tímar, og fyri onnur verða aðrar skipanir settar í verk. Tí er eisini ringt at gera yvirlit yvir tey, sum eru heimasitarar. Vit síggja, at talið á næmingum í Lopfjølini í Havn veksur. Hetta eru eisini næmingar, sum onkursvegna eru dotnir úr skúlaskipanini.

Í fjør heitti landsstýrismaðurin á skúlar um at gera royndar- og menningarverkætlanir hesum viðvíkjandi, og ein skúli tók áheitanina til eftirtektar. Í juni fer hesin skúlin at leggja fram fyri landsstýrismanninum, hvat tey hava fingið burturúr.

Landsstýrismaðurin heldur, at tá ið nýggja KT-skipanin er sett í verk fyri skúlaverkið, verður lættari at skráseta fráveruna hjá næmingum. Hetta átti at verið ein hjálp hjá skúlunum at fylgt við og sett fyribyrgjandi átøk í verk, um fráveran veksur.

- Fyri at kunna hava yvirlit yvir fráveruna er umráðandi við góðari skrásetingarskipan, og hendan er ikki nóg góð, sum er. Vit hava sett í gongd arbeiðið at gera eina betri telduskipan fyri alt skúlaverkið, eina KT-skipan frá barnagarði til endaligt prógv; hon fer at gera stóran mun.

Heimasitarar eru børn í øllum løgum í samfelagnum; hetta eru børn, sum ikki orka í skúla, hóast tey í mongum førum vilja. Felags fyri børnini er, at tey í styttri og longri tíðarskeið ikki møta í skúla; fyri fleiri teirra ger tað seg eisini galdandi, at tey missa sambandið við alt frítíðar- og ítróttarlív og alt sosialt lív, har nógv fólk koma. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar og samansettar, til dømis angist, trupulleikar við at hava sosialar relatiónir við onnur børn, strongd, fakligar avbjóðingar ella trupulleikar í familjuni. Tað er vanliga í miðdeildini, at fráveran byrjar, fyrst spakuliga, til tey gerast heilt ella lutvíst heimasitarar.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.