Tíðindi

Heim og skúli nýggja nevnd

Nýggj nevnd hevur tikið við í Foreldrafelagnum Heimi & skúla. Formaðurin síðstu árini heldur fram

16.06.2021

Á fundi 14. juni skipaði nevndin seg soleiðis: Janus Vang (úr skúlastýrinum í Kaldbaks skúla), formaður og peningarøkil, Turið Dyssegaard (úr skúlastýrinum í Stranda skúla), skrivari, Marianna Heinesen (úr skúlastýrinum í Skúlanum á Argjahamri), nevndarlimur, og Magna E. Mørkøre (úr skúlastýrinum í Eiðis skúla), nevndarlimur.

Heim og skúli hevði aðalfund 22. mai. Evnið var sálarfrøðingar í fólkaskúlanum. Formaður Føroya Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, legði síni sjónarmið fram hesum viðvíkjandi, somuleiðis formaðurin í Heimi og skúla. Harumframt hevði Gitte Klein, lærari og sálarfrøðingur, fyrilestur um sálarfrøðiliga umhvørvið hjá børnum og ungum, og tær avbjóðingar tey hava.

Foreldrafelagið Heim og Skúli varðar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í fólkaskúlanum.

Felagið arbeiðir fyri einum fólkaskúla, sum setur dygdarundirvísing í hásæti: skúlanæmingarnir skulu styrkja sínar fakligu førleikar og læra at nýta sína vitan í breiðum høpi. Eitt gott læringsumhvørvi er eitt stað, har børnini trívast, og tí skal trivnaðurin varðveitast.

Limir í landsfelagnum eru fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum í øllum fólkaskúlunum kring alt landið. Øll foreldur við skúlabørnum kunnu tekna limaskap.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.