Tíðindi

Havt gagnliga ávirkan á føroyskt, at lærugreinin hevur nógvar tímar

- Eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar at skerja tímatalið í føroyskum. Eftir mínum tykki er tað eitt afturstig at skerja, sigur Asta Wolles, lærari í føroyskum.

29. januar 2019

Í uppskotinum hjá landsstýrinum at skerja tímar verður lagt upp til, at tveir tímar verða tiknir frá hvørjum árgangi frá 1.-9. flokk. Fyrsti og annar flokkur hava ikki so nógvar lærugreinir, nógv teir flestu eru í føroyskum, so tað er hugsandi, at tað er har, tað verður skert. Í tíma- og lærugreinabýtinum sæst, at 1. og 2. flokkur hava 11 tímar í føroyskum, og 3. flokkur hevur 9 tímar. Á heimasíðum hjá skúlunum sæst tó, at tað er ymiskt, hvussu nógvar tímar árgangirnir í roynd og veru hava í føroyskum.

- Siga vit, at 1. og 2. flokkur hava 10 tímar um vikuna í føroyskum, so er tað ein dupulttími um dagin, og tað má lærugreinin føroyskt hava. Serliga í grunddeildini hevur tað í eina tíð verið ein góð tilgongd í føroyskum; vit hava fingið lesivegleiðarar og nógv nýtt og gott tilfar. Hetta hevur lyft føroyskt og eisini førleikarnar at undirvísa í føroyskum. Eg dugi ikki at síggja fyrimunirnar at skerja tímatalið í føroyskum. Eftir mínum tykki er tað eitt afturstig at skerja, sigur Asta Wolles, lærari í føroyskum.

Frálæran í føroyskum er so nógv annað og meiri enn at lesa og skriva, vísir Asta Wolles á, og tí er tað umráðandi, at lærarin hevur tíð og umstøður at tosa nógv við næmingarnar og siga frá, og at nógv orka verður løgd í at læra næmingarnar hugtøk og orð.

- Skulu børnini ogna sær eitt livandi og fjølbroytt mál, so er týdningarmikið, at tíð er til tað fjølbroytta virksemið, sum lærugreinin rúmar. Nýtt og spennandi tilfar til grund- og miðdeild er komið, og tað krevur nógv av næmingum og lærarum. Spurningurin er, um hetta tilfarið kemur til sín rætt, um tímarnir verða skerdir. Føroyskt er eisini ein mentanarberi, eitt dannilsisfak. Børn læra lættliga mál, og vit skulu ikki verja tey ímóti t.d. donskum og enskum, men skal ávirkanin frá útlendskum ikki gerast ov stór, so mugu vit hava holla undirvísing í føroyskum, og nýta føroyska málið á øllum pallum, ikki bara, tá ið føroyskt er á skránni, men í øllum lærugreinum. Tímatal er ikki alt, men tímar eru fortreytin fyri, at tú sum lærari skalt megna at hava eitt fjølbroytt innihald í tímunum.

Skúlar eiga at seta lærarar, sum hava føroyskt á linju í læraraútbúgvingini, at undirvísa í føroyskum, heldur Asta Wolles.

- Umráðandi er, at lærarar, sum undirvísa í føroyskum, hava føroyskt sum linjulærugrein á læraraskúlanum, og hava stóran áhuga fyri tí, sum lærugreinin leggur upp til.

At skerja tímar í undirvísingini, tí skúlastjórar siga, at næmingar virka troyttir, uttan at hetta verður neyvt kannað, heldur Asta Wolles lítið um.

- Tað er at byrja í skeivum enda at skerja, áðrenn tú hevur kannað, um tað veruliga er so, sum tað verður páhildið. Upp í myndina mugu vit eisini hugsa, at yngstu næmingarnir fara ikki heim, tá ið skúlin er liðugur; teir fara í frítíðarskúla, og hvat er tá vunnið? Tá ið føroyskt á sinni fekk fleiri tímar, fekk tað gagnliga ávirkan á lærugreinina føroyskt, frálærutilfar og alt, sum verður hugsað inn í lærugreinina; tí er nærliggjandi at hugsa, at skerjingin verður eitt stórt afturstig. Venjingin, sum barnið fær at lesa, gongur fyri seg fyri ein stóran part í skúlanum, mín varhugi er, at tað verður lisið nógv í grunddeildini og lutvíst í miðdeild; lesihugurin og lesivenjingin minkar í hádeildini. Skert tímatal fer at ganga út yvir løturnar, har børn lesa. Í hádeildini hava næmingarnir ov nógvar tímar eftir mínum tykki; tað ber til eitt nú at samantvinna mál-lærugreinirnar eitt sindur, soleiðis at tú ikki gert tað sama í eitt nú donskum, føroyskum og enskum. Møguliga kann onkur tími sparast á henda hátt.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.