Tíðindi

Havi gott mót um ungdóm okkara

Í skúlanum verða tey brynjað til samfelagið, tey skulu gerast partur av, eftir fólkaskúlan, meiri enn nakrantíð. Tann partin kunnu vit lærarar fegnast um. Jacoba Lervig, lærari í Eysturskúlanum, skrivar nýggjárshugleiðingar

28.02.2020

Eitt nýtt ár er byrjað, og vit eru farin inn í eitt nýtt tíggjuáraskeið. Fólk hugleiða og geva lyftir um at  taka sær um reiggj, nú eitt nýtt ár er farið av bakkastokki. Onkur sigur tó, at tey bara geva tað lyfti, at tey einki lyfti geva, tí tey sum oftast ikki halda. Lætt er at lova, men verri er at fremja í verki.

Minnist, tá ið vit fóru inn í áttatiárini, ið eru mær serliga kær. Gloymi ongantíð, eg sum 10 ára gomul eygleiddi tølini, ið skótarnir við kyndlum settu á fjallið. Fylgdi við, tá ið árstalið 1979 broyttist til 1980. Tað var stórt. Havi ofta hugsað um, hví so mundi vera, og eri komin til ta niðurstøðu, at eitt tíggjuáraskeið er serstakt - eisini fyri eitt barn. Minnist tó ikki tað stóra til, at vit góvu nýggjárslyfti.

Nítiárini komu og settu serlig merki í søgu Føroya. Kreppan var svár, og fólkatalið minkaði, og vit bardu okkum tó burtur úr kreppuni í sama áratíggju.

Aldarskiftið er tó tað stóra minnismerkið. Vit gjørdust heimsborgarar, við tað at tøknin og framburður annars gjørdu heimin minni. Nullini vóru merkt av bjartskygni og nútímansgerð, sjálvt um alheimskreppa eisini gjørdi um seg.

Tíggjuni gjørdust øðrvísi. Avleiðingar av kreppuni spøktu, men samfelagshjólini mólu tó skjótari ár eftir ár. Tá ið 2019 nú fór um bak, kundu vit fegnast um, at ongantíð hava føroyingar havt so góð livikor. Arbeiði er til allar hendur, og vinnan hevur vind í seglunum.

Nú hava vit sett sjøtul á tjúguni. Vit eru virkin og vónrík, og samfelagið er sera nútímans og á sera høgum støði á bæði einum og øðrum øki.

Nógv verður tosað um teir trupulleikar, vit hava at stríðast við, t.d. bústaðarneyð. Innan skúlagátt eru eisini rembingar, treyðugt so. Møguleikarnir eru nógvir fyri ung, ið gerast liðug við fólkaskúlan. Tey eru álitið á arbeiðsmarknaðinum, t.d. í tænastuvinnuni, og tey hava møguleikar at taka av skúlatilboðum í hópatali og at hava arbeiði við síðuna av. Nógv fara uttanlands at lesa og koma væl skúlað aftur til Føroya at búgva. Gleðist um tey ungu í samfelagi okkara, ið sum heild eru sera røsk og álítandi. 

Ofta verður sagt, at tað skulu breiðar herðar at bera góðar tíðir. Ættarliðið, eg sjálv eri av, skilji eg ikki altíð. Børnini og tey ungu skilji eg væl. Hugsi mangan, hvussu lagalig summi foreldur eru við børn síni. Tey góðtaka ofta, at tey eru burtur úr skúla og arbeiði, tí okkurt nívir tey. Hugburðurin er, at tað hjálpir at vera heima, sjálvt um tað er nógv truplari at koma aftur og vera afturúr. Tí tað er ein sannroynd, at nógv hendir hvønn einasta dag, og at liggja heima bara ger støðuna verri. Hesi foreldur eru vand við tað mótsetta og hava ikki tikið skaða av tí. Tíbetur síggi eg, at hesi ungu sjálv síggja, at tað ikki er ein haldgóð støða, og spegla sær í øðrum ungum, ið hava góðan hugburð.

Á mangan hátt líkjast áttatiárini og nútíðin, har nógv ferð er á samfelagshjólunum, og tey ungu eru lyklapersónarnir. Tað dámar mær væl. Havi gott mót um ungdóm okkara nú, vit eru farin inn í tjúguni, og tað er eisini skúlanum fyri at takka. Í skúlanum verða tey brynjað til samfelagið, tey skulu gerast partur av, eftir fólkaskúlan, meiri enn nakrantíð. Tann partin kunnu vit lærarar fegnast um.

Vit lærarar hava orsøkir at óttast, at tey ungu ikki duga nóg væl móðurmálið og at orða seg væl á føroyskum sum heild. Jú, so er. Tískil mugu vit gera okkara til, at málið fær størri rúmd í undirvísingini. Hetta má júkast. Vit mugu sannføra tey um, at neyðugt er at lesa føroyskar bøkur, og eggja teimum til at vera errin av málinum, tí tað er teirra samleiki. Latið tað vera nýggjárslyfti okkara!

Jacoba Lervig, lærari. Klumma í Skúlablað nr 1, 2020, sum júst er komið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.