Tíðindi

Happingin minkað 2 % stig í 3 ár

Nýggja kanningin av happing í 5., 7. og 9. flokki vísir, at 11 prosent av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki

27.05.2019

Tað gongur tann rætta vegin, og trivnaðurin er góður í síni heild, men enn er talið á næmingum, sum eru fyri happing, høgt. Nýggja kanningin er gjørd í seinnu helvt av november og desember í 2018, og hon vísir, at 11 % av næmingunum eru fyri happing. Kanningarnar í 2015 og 2007 vístu, at ávikavist 13 og 15 % av næmingunum vóru fyri happing.

Í tølum svarar 11 % til, at 226 næmingar ella 11 skúlaflokkar við 20 næmingum í hvørjum, eru fyri happing viðhvørt ella ofta. Tað er ikki stórvegis munur á gentum og dreingjum. Mesta happing fer fram í 5. flokki og minst í 9. flokki. Millum 24 og 28 % av næmingunum siga, at tey hava happað “fyrr, men ikki longur”. Hetta vísir, at ein triðingur av næmingunum í fólkaskúlanum hevur upplivað happing í síni skúlatíð.

Býtt út á árgangirnar eru 15 % í 5. flokki fyri happing viðhvørt og ofta, samanborið við 19 % í 2015. Í 7. flokki er ikki tann stóra broytingin farin fram, 12 % í 2019 og 11 % í 2015, meðan tað í 9. flokki er vaksið; 7 % í 2019 og 4 % í 2015, serliga millum teirra, sum siga seg verða happað viðhvørt. Talið á teimum, sum svara játtandi at hava happað ella at hava verið við at happa onnur, er í dag 23 %, samanborið við 33 % í 2015. Í nýggjastu kanningini eru tað 53 %, sum er uttan fyri happing, samanborið við 47 % í 2015, sostatt ein bati á 6 %.

Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt; kanadiska spurnakanningarskipanin Question Pro er brúkt. At greina svarini hagtalsfrøðiliga er forritið SPSS 25 brúkt. Flestu spurningarnir vóru orðaðir soleiðis, at næmingarnir kundu svarað ja, nei og veit ikki, aðrir høvdu fleiri valmøguleikar, og nakrir spurningar vóru opnir. Umframt høvdu næmingarnir eisini høvi at útgreina svar. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað.

Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangunum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum.

Mynd: Eydna Skaale


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.