Tíðindi

Happingin minkað 40%

Tá hugsað verður um, hvussu torført tað kann vera at broyta floksmentanir, mugu vit ásanna, at tað er alla æru vert, at børnini hava framt slíkan bata. Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúli og formaður í Skúlaleiðarafelagnum, skrivar

26.10.2023

Trivnaðarkanningin, sum var gjørd í februar og var løgd fram í heyst, vísti á fleiri viðurskifti, sum krevja batar og felagstøk. Men hon vísti eisini, at børn fødd árgangin 2007 hava framt ítøkiligar batar, tá talan er um happing.  

Í 2019 gingu hesi børn í 5. flokki, og tá kendu 15% av børnunum seg vera fyri happing. Í 2023 gingu hesi børn í 9. flokki. Nú síggja tølini væl betur út. Í 2023 kendu 9% seg vera útsett fyri happing. Ein betran á 40% roknað út frá lutfallinum millum 15% og 9%.  

Tá hugsað verður um, hvussu torført tað kann vera at broyta floksmentanir, mugu vit ásanna, at tað er alla æru vert, at børnini hava framt slíkan bata. Børnini sjálv eiga størsta rósið uppiborið, men eisini foreldur og skúlar eiga uttan iva lut í, at her hevur gingið fram á.  

Ein stórur partur av árganginum 2007 gongur enn í fólkaskúlanum í 10. flokki. Eg mæli til, at onkur ger samrøður við nøkur teirra, so greiða møguliga fæst á, hvat hesi góðu tøl byggja á. Eg meti, at vit tá fáa eygu á nøkur viðurskifti, sum ítøkiliga flyta seg rætta vegin. Tað er upplagt at gera eina haldgóða roynd til at fáa hylling á, hvat liggur sum grund fyri batanum. Og harnæst at kunna onnur um, hvat batarnir byggja á, soleiðis at vit kunnu taka góð hugskot til okkara og fremja tey í verki. Ikki minst tá talan er um slík viðurskiftr, har tað í alt ov stóran mun gongur skeiva vegin. 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.