Tíðindi

Happingin er allastaðni og serliga, har eingin vaksin er

Nýggja kanningin av happing vísir, at happingin í stóran mun fer fram í fríkortinum

27. mai 2019

Fríkorterið er ætlað at vera eitt andarhol hjá næmingum og lærarum, ein frístaður, har tú kanst spæla og hugna tær. Hjá næmingum, sum verða happaðir, eru fríkorterini alt annað enn ein frístaður, tí tað er har og tá, at næmingar, sum verða happaðir, kenna seg minst tryggar. Nýggja kanningin, sum er gjørd av happing, vísir, at happing fer fram allastaðni og serliga, har eingin vaksin eru til staðar. Í kanningini frá 2015 vísa úrslitini, at 19 % søgdu seg verða happað í fríkorterunum, í nýggjastu kanningin er støðan batnað eitt sindur, tí nú er talið 14 %.

Í frágreiðingini, sum er gjørd í sambandi við kanningina, verður sagt, at garðvaktir eru í øllum skúlum, men hóast tað kann ótryggleiki vera, tí ymiskt óvæntað kann henda, sum næmingarnir ikki skilja ella duga at handafara. Harafturat kunnu ivamál um, hvønn tey skulu spæla ella tosa við í fríkorterinum, hvat annað enn tað, tey kunnu gera og hvar tey skulu fara, vera ein avbjóðing. Næmingarnir kunnu eisini skjótt koma í ósemju í fríkorterinum um, hvat, hvør og hvussu, og harafturat kann felagsskapinum ella flokkurin kanska hava valt ella sæð møguleikan fyri at flyta onkra regulering av bólkahierkinum úr tímanum út í fríkorterið.

Orðið ”garðvakt” verður í skúlahøpi brúkt um ta skipanina, sum er fyriskrivað í arbeiðstíðarforskriftini um ”umsjón” og ”halda eyga við flokki ella ávísum næmingi”. Havandi í huga, at happing í stóran mun fer fram í fríkorterinum, kundi skúlin endurhugsað fríkorterini og uppgávuna hjá lærarunum í hesum partinum av skúlavirkseminum fyri eisini at tryggja, at virðini í skúlanum síggjast aftur og verða praktiserað í fríkorterinum. Eitt av tilmælunum hjá fylgibólkinum er at endurhugsa fríkorterini.

Nýggja kanningin av happing í 5., 7. og 9. flokki vísir, at 11 % av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november og desember í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.