Tíðindi

Handaligu lærugreinarnar størri rúmd í skúlanum

Tað er at gleðast um, at MMR vil, at handaligu lærugreinarnar fáa størri rúmd í fólkaskúlanum. Sambært kunngerðini, sum kom her fyri, verður tað smidligari hjá leiðslum at hava ávirkan á vikutímatalið hjá næmingunum í fólkaskúlanum. Samstundis sum leiðslur nú kunnu hava ávirkan á skúlatilboðið við tað, at allir tímarnir, ið verða játtaðir, ikki eru bundnir. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

05.08.2019

Mentamálaráðharrin hevur víst á, at tað er ynskiligt, at handaligu lærugreinarnar verða styrktar soleiðis, at teir næmingar, ið ikki eru bókliga sterkir, men kanska eru sterkari handaliga, eisini fáa møguleikan fyri at eydnast í skúlanum.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum øll, at vit hava kensluna av at hepnast í gerandisdegnum. Tá skúlin er so bókligur, sum hann er, og hevur verið tað í mong ár, so kann tað kennast tungt hjá handaligu sterku næmingunum.

Tað skulu aðrar umstøður til, enn økt vikutímatal í eini lærugrein, um undirvísingin skal eydnast. Tað kemur fyri, at handaligu læraugreinarnar hava ov nógvar næmingar á hvørjum holdi. Skal eg sum handarbeiðslærari ella smíðlærari hava møguleika at hjálpa øllum næmingunum, so kann næmingatalið ikki verða ov høgt. Í smíðundirvísingini vísir tað seg, at næmingar ofta hava tørv á meiri vegleiðing enn eini munnligari frágreiðing. Tað er ikki lætt at skilja, hvussu fast tú eigur at halda amboðunum, ella hvussu skjótt/seint/varliga/harðliga amboðini eiga at verða brúkt. Tí hevur lærarin brúk fyri at koma runt til allar næmingarnar innan rímiliga tíð. Tað er ikki møguligt, um næmingatalið er høgt. Tað er ongantíð eggjandi hjá næmingi, um bíðitíðin eftir hjálp/vegleiðing er ov long. Børn og ung eru tíbetur soleiðis skikkað, at tey keða seg sjáldan leingi. Tey finna upp á ráð og gera tað, sum hugflogið røkkur til í verandi umstøðum. Verður bíðitíðin ov long, so brúkar lærarin alt ov stóran part av tíðini at fáa næmingin aftur til tað, hann var farin í holt við.

Skal tíðin í handaligu lærugreinunum brúkast skynsamt, so krevst, at tíð er til einstaka næmingin. Vónandi hugsa leiðslur, undirvísingarstýrið og MMR um hetta, soleiðis at handaliga undirvísingin kann styrkjast við øðrum enn vikutímatali, tí um tíðin gert til bíðitíð hjá næmingunum, so er hetta ikki eggjandi ella fakliga styrkjandi í sjálvum sær.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.