Tíðindi

Góða skúlamentanin

Eitt nýtt skúlaár er fyri framman, og vit hava øll møguleikan at vaska talvuna reina, halda fram við góða arbeiðnum, finna stevið aftur og ganga nýggjar leiðir. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi

11.07.2017

Farna skúlaár er farið aftur um okkum, og vit standa helst øll og hugsa, hvussu komandi skúlaár fer at verða. Fleiri hava longu einsæris og í toymum lagt arbeiðsætlanir. Fleiri nýggir lærarar fara nú út iískúlarnar og fáa kærkomnar royndir, og vit ynskja teimum hjartaliga vælkomnum. Heili 40 lærarar hava fingið prógv í juni.

Týdningarmesti fólkastovnur
Tað er í roynd og veru ein øgiliga týdningarmikil leiklutur, vit lærarar hava. Tað eru vit helst øll greið um, men eiga ongantíð at gloyma hetta. Vit skulu fyrst og fremst veita fakligar førleikar, geva íblástur og menna og fyrireika okkara næmingar til framhaldandi góða tilveru í einum fólkaræðisligum samfelag.

Smíla vit og vísa glaða orku hvørja ferð, vit koma inn í ein skúlaflokk, smittar hetta beint niður í næmingarnar. Hvønn dag áttu vit at komið við “onkrum spennandi”, sum kann vera okkurt fakligt ella okkurt heilt annað. Soleiðis fært tú virðing, gevandi floksumhvørvi og eina góða skúlamentan.

Truplu avbjóðingarnar hjá lærarum
Tó eru tíðirnar broyttar somikið nógv bæði viðvíkjandi samfelagsligum-, sosiologiskum- og familjuviðurskiftum, at hetta natúrliga ávirkar skúlar og næmingar kring alt landið.
Og tað er serliga broytta familjumynstrið, sum lærarar merkja hvønn dag bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Børn, ið hava fleiri bústaðir; børn, ið eru merkt av klandri og ósemjum hjá foreldrum; børn, ið búgva á barnaheimi; og børn, ið hava sálarliga sjúk foreldur. Sjálvandi merkja vit eisini sokallaðar “eydnusamar hjúnaskilnaðir”, har børnini als ikki eru ávirkað av nýggjum gerandisdegi, men hin parturin fyllir kortini nógv.
Vit síggja kedd børn, ill børn, børn við angist og børn, ið hava sera trupult við at hugsavna seg. Serliga tykjast hesi børn at virka illa á sosiala pallinum. Sum heild eru nógvar ólukkuligar lagnur, har familjurnar hjá hesum børnum eru í skeljasori.

Vit eiga at vera tryggir klettar
Tá ið støður eru, har næmingar vísa keðiligan atburð móti okkum ella øðrum børnum mugu vit síggja hesa støðurnar sum eina avbjóðing og ikki taka nakað persónligt. Vit mugu vera klettar í teirra lívi og heldur rúma hesum børnum, sum ímóti teirra vilja hava fingið eina trupla lívsbyrjan.

Vit eiga at finna hóskandi loysnir, har vit eisini sjálvandi eiga at hava í huga at verja øll børnini í flokkinum. Er talan um ov stóra byrðu, eiga leiðslur at finna aðrar hóskandi loysnir, sum hjálpa næminginum við trupulleikum, flokkinum og læraranum.  
 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.