Tíðindi

Góð ráð til foreldur um málmenning

Seks nýggir faldarar við góðum ráðum til foreldur um, hvussu tey kunnu menna málið hjá børnum sínum, eru komnir.

10.07.2018

Foreldur eru mest týðandi í menningini av málinum hjá børnum sínum. Í faldarunum eru góð og ítøkilig ráð um, hvussu hetta kann gerast, hvussu tú kanst lesa fyri barninum, og hvat tú kanst gera, tá ið barnið ikki tímir so væl. Tað er eisini sera umráðandi, at børn í øllum aldri hava lætta atgongd til bøkur, heima, á dagstovni og í skúla; í faldarunum eru uppskot um góðar bøkur, tú kanst lesa fyri og saman við børnunum í ymsu aldursbólkunum.

Faldararnir eru til foreldur at børnum í aldrinum 0 til hálvt annað ár, 1-2 ár, 3-4 ár, 5-7 ár, 7-10 og 10 ár og eldri. Tú fært hendur á faldarunum á bókasøvnum, bókhandlum umframt øðrum almennum støðum; tað ber eisini til at taka faldararnar niður á heimasíðuni www.malmenning.fo.

Tað eru Sissal M. Rasmussen, audiologopedur og ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini, og Turið Kjølbro, cand. phil í bókmentum og máli og ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið hava skrivað og evnað faldararnar. Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið myndirnar, Sonja Kjølbro hevur sett teir upp, og Mentamálaráðið hevur stuðlað fíggjarliga sum partur av málmenningarátakinum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.