Tíðindi

Góð fyrireiking avgerandi

At leggja nýggja tímatalvu tekur langa tíð, og koma tímarnir ov seint, so er neyðugt hjá leiðarum at sita í summarfrítíðini, og tað er als ikki nøktandi. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13.02.2018

Nú hetta skúlaárið er við at halla, eru leiðslur longu byrjaðar at hugsa um komandi skúlaár. Lærarar er bidnir at ynskja tímar, soleiðis at so smátt kann byrjast upp á fyrireikingarnar, uttan at hava fingið tímajáttanina.

Hetta arbeiðið kann tó ikki gerast liðugt, fyrr enn endaliga tímatalið er komið. Bæði tímar frá MMR og frá Sernámi. Tí er tað so sera umráðandi, at tímarnir koma tíðliga. At leggja nýggja tímatalvu tekur langa tíð, og koma tímarnir ov seint, so er neyðugt hjá leiðarum at sita í summarfrítíðini, og tað er als ikki nøktandi.

Sita leiðslur í summarfrítíðini og leggja tímatalvu, kunnu lærarar ikki leggja árið til rættis í nóg góðari tíð. Nógvum lærarum dámar væl at legga tær stóru linjurnar til rættis, áðrenn farið verður í summarfrí. Summir leggja enntá neyvar ætlanir fyri komandi skúlaárið, soleiðis eru vit so ymisk. Men alt hetta arbeiðið liggur á láni, um ikki tímarnir koma í nóg góðari tíð.

Afturat hesum kemur so eisini skeiðsvirksemi. Tað eru fleiri góð skeið, men tað er ikki altíð møguligt at fara á skeið, tí tað passar ikki inn í virksemið tað árið, tí aðrar ætlanir eru lagdar. Fyri at alt skal kunna ganga upp, er neyðugt, at alt liggur klárt, tá árið verður planlagt.

Hetta merkir tó ikki, alt skal leggjast í eina beina linju, og so ganga vit á henni. Tað er nógv, sum hendir gjøgnum árið, sum vit ikki roknaðu við, tá vit byrjaðu, og soleiðis eigur eisini at vera, men alt tað, sum vit kunnu leggja inn í fyrireikingina, er gott. Hetta gevur rúmd fyri eitt sindur av vinglan á linjuni, men ov nógv vinglan er ikki gott.

Tað gevur eisini lærarum høvi at planleggja soleiðis, at tað, sum hann heldur hevur týdning, rúmast í árinum.

Leiðslur hava eisini tørv á, at tingini ganga, sum tey eiga. Tað er altíð keðiligt at gera sama arbeiði tvær ferðir. Tá tímatalvan er løgd, eigur ikki at verða neyðugt at gera tær heilt stóru broytingarnar, tí at okkurt nýtt kom í ljósmála. Hetta er at virða arbeiðið hjá bæði leiðslum og lærarum ov lítið.

Vónandi fer tað at verða soleiðis í ár, at tímajáttanin kemur í góðari tíð, og at skeið, og annað, ið hevur týdning fyri skúlan, verður fráboðað í góðari tíð. Hetta fer at verða øllum skúlanum at frama. Vit hava øll tørv á virðiligum korum, leiðslur, lærarar og næmingar. Hetta fyri at røkka tí máli, sum vit øll hava í felag, ein góðan skúla við væl skipaðari undirvísing.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.