Tíðindi

Grundarlagið at lækka tímtalið er ov veikt

Eins og nógvir lærarar vísa á, so vísir eisini Føroya Lærarafelag í hoyringarskrivi sínum til ætlaðu broytingarnar í fólkaskúlalógini, at grundarlagið at lækka tímatalið við tveimum tímum frá 1.-9. flokk er ov veikt. Broytingarnar eru alt ov stórar og hava ov stórar avleiðingar fyri at kunna verða settar í verk eftir so stuttari tíð

01.02.2019

At samanbera samlaða undirvísingartímtalið hjá okkara næmingum við undirvísingartalið í fólkaskúlum í grannalondum okkara og brúka tað sum grundgeving fyri at lækka undirvísingartalið hjá okkum, er ov veikt grundarlag; næmingar uttanlands ganga allir í forskúla, áðrenn teir byrja í skúla; sum er ganga eittans 25 prosent av okkara næmingum í forskúla. Hetta vísir Føroya Lærarafelag á í hoyringarskrivi sínum til ætlaðu broytinginar, sum eru í umbúna í fólkaskúlalógini. Lærarafelagið heldur eisini, at grundgevingin, ið skúlastjórar verða siteraðir fyri, nevniliga, at ”hjá summum næmingum er hetta ein bági fyri hugin at læra, tí at skúladagarnir eru langir, og næmingarnir virka troyttir, serliga um tað verður ov nógv av tí sama”, er ov lítið undirbygt.

- Okkum vitandi er eingin kanning gjørd, sum kann stuðla hesum uppáhaldi. Kanningar aðrastaðni vísa, m.a. PISA-kanningarnar, at tað er greiður samanhangur millum talið á undirvísingartímum og úrtøkuna hjá næmingunum. Fleiri undirvísingartímar, hægri úrtøka. Kanningar vísa eisini, at um tímatalið verður ov høgt, kann tað ávirka trivnaðin hjá næmingunum neiliga. Her veldst tó í stóran mun um, hvussu undirvísingin verður skipað. Eru umstøður fyri fjølbroyttari undirvísing, og ikki meiri av tí sama, so minka neiligu árinini.

Lærarafelagið heldur ikki, at tað broytir tað stóra at skerja tímatalið at møta næmingum, so teir ikki gerast so troyttir.

- Ein skilabetri loysn er at skapa umstøður fyri fjølbroyttari undirvísing. Um undirvísingin skal verað meiri fjølrboytt, so mugu næmingarnir møta meiri verkligum og listarligum arbeiðshættum í skúlatíðini, ið fyri summar næmingar er í so bóklig. Hesir arbeiðshættir krevja fleiri hendur, og tí er loysnin at seta fleiri lærarar at undirvísa.

Verður tímatalið skert, fer tað at ganga út yvir veikastu næmingarnar, teir, sum eru undir barnaverndini. Starvsfólk í barnaverndartænastuni vísa á, at skúladagurin er tann best skipaði parturin av degnum hjá hesum børnum. Tað ger støðuna verri hjá teimum, at skúlavikan verður stutt við tveimum tímum, verður sagt í hoyringarskrivinum.

Lærarafelagið ivast í útsøgnini, har tað verður sagt, at leysgivna orkan og umraðfestingarnar, tað vil siga tað, sum verður spart við at stytta skúladagin og aðrar broytingar, ið ætlanin er at gera, verður verandi í skipanini.

- Hóast hesar skilagóðu ætlanirnar, so er stóra ivamálið tó, um næmingar, foreldur og lærarar hava trygd fyri, at leysgivnu tímarnir verða nýttir í fólkaskúlanum. Ongar ítøkiliga ætlanir eru um, hvussu hesar umraðfestingar skulu fremjast. Mentamálaráðið hevur sína játtan at halda seg til, og tað er tað til eina og hvørja tíð sitandi løgting, sum ger av, hvussu stór henda játtan verður. Sum kunnugt ber ikki til at binda komandi løgting til eina ávísa játtan, uttan so at ásetingin er lógarferst. Tað er tað ikki talan um í hesum føri. Tær umraðfestingar, sum uppskotið og frágreiðingin mæla til, eru av fyrisitingarligum slagi, og aðrar eiga at gerast í samráðingum millum sáttmálapartarnar, Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Tað er eingin trygd fyri, at fíggjarligir karmar ella vilji er til at fremja umraðfestingarnar.

Lærarafelagið vísir eisini á, at Mentamálaráðið seinnu árini hevur verið illa spert fíggjarliga, og okkurt árið hevur fígging ikki verið til tær lænarhækkingar, sum lærarar eins og onnur hava vunnið.

- Tí er ikki ógrundað at hugsa, at tann ovurhonds sparing, sum tað er at lækka vikutímatalið við tveimum tímum í øllum flokkum, í størri mun er grundað á ynski um at fáa fíggjarkarmin at passa, heldur enn námsfrøðiligar metingar.

Ætlaðu broytingarnar skulu koma í gildi frá komandi skúlaári at rokna, verður sagt í uppskotinum. Hetta er óðamannaverk, heldur Lærarafelagið, tí so stendur fyri framman at gera av, hvørjar lærugreinir skulu skerjast.

- Í tí sambandi mugu námsætlanirnar í avvarðandi lærugreinum tillagast; hetta er eitt stórt arbeiði, og vit meta tí, at skotbráið er alt ov stutt.

Lærarafelagið mælir frá, at vikutímatalið verður lækkað; heldur eiga skúlaleiðslur og lærarar at fáa rásarúm at raðfesta innan verandi tímajáttan.

- Tímatalið í høvuðslærugreinunum eigur at verða minstamark, meðan tað í øðrum lærugreinum verður vegleiðandi. Hetta gevur eitt ávíst frælsi til at raðfesta eina lærugrein hægri, at økja um tvílæraraskipanina eftir tørvi ella at bjóða næmingunum onnur undirvísingartilboð.

Enn er óvist, hvørja lagnu uppskotið til løgtingslóg um broytingar í fólkaskúlalógini fær, nú landsstýriskvinnan, sum hevur evnað uppskotið, er farin úr starvi. Hoyringarfreistin var úti 23. januar.

Mynd: nevndin í Føroya Lærarafelag


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.