Tíðindi

Gransking í inklusjón – og hvat so?

Vit eiga at fáa eitt kjak um inklusjón á skúlapolitiskum stigi. Tað heldur Frida Poulsen, ph.d., sum hevur granskað í inklusjón í fólkaskúlanum.

27.03.2024

Lærarar og onnur fakfólk, sum arbeiða við børnum í serflokkum og serstovum, eftirlýsa at fáa greiðari leiðreglur og eina kós, tá ið talan er um at skilja børn út frá vanligari undirvísing til serstovur. Einki stendur um inklusjón í fólkaskúlalógini og aðrari skúlalóggávu. Tað tykist vera sera torført at fáa sernámsfrøði inkluderaða í skúlaskipanina, men tað eru kortini ábendingar um, at vit flyta okkum tann vegin, heldur Frida Poulsen.

- So hvørt sum samfelagið broytist, tí samansetingin av fólkinum broytist og verður fjølbroyttari, verður uppaftur neyðugari at seta orð á inklusjón og fáa tað á breddan. Tann inkluderandi skúlin kann møta tí økta fjølbroytninum, sum tað modernaða samfelagið hevur við sær. Hinvegin, so síggja vit eisini ein rák, sum leggur stóran dent á einstaklingin heldur enn á skipanirnar. Bíðilistar verða tiknir fram, diagnosur og annað, í staðin fyri at varpa ljós á skipanirnar, til dømis hvussu vit skipa ein skúla, sum rúmar øllum børnum og sum gevur øllum børnum dygdargott læri- og menningartilboð í dagstovni og skúla.

Álitið við tilmælum um, hvussu vit kunnu menna skipanir, soleiðis at børn ikki detta niður ímillum skipanir, ger nógv burtur úr inklusjón, meðan tilmælið at gera broytingar og dagføringar í fólkaskúlalógini hevur ikki tikið inklusjón av øllum næmingum við. Tað undrar Fridu Poulsen.

- Tað kann tykjast hugstoytt og margháttligt, at tilmælið um tillagingar og broytingar í fólkaskúlalógini ikki tekur inklusjónina við, ikki minst í ljósinum av, at vit síðstu nógvu árini hava fingið fleiri tilmæli innan sernámsfrøðiliga økið, sum mæla til ein inkluderandi skúla. Ein orsøk kann vera, at vit framvegis seta skott millum námsfrøði og sernámsfrøði og serligan tørv. Skulu vit gera okkum nakra vón um at menna ein inkluderandi skúla, mugu vit hugsa í inkluderandi sernámsfrøði. Fyrsta stigið eigur at verða, at vit fáa skrivað inklusjón inn í fólkaskúlalógina og aðra skúlalóggávu.

Granskingarverkætlanin hjá Fridu Poulsen hevur fingið fram í ljósmála, at tilvitið um inklusjón eigur at gerast betri. Tað kann tað eitt nú gerast við at verða tikið inn í læraraútbúgvingina. Frida Poulsen er eisini útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini.

- Vit arbeiða við at fáa inklusjón inn í undirvísingina og læringina og øll skeið, sum vit bjóða út. Tað kann vera ein avbjóðing, tí læraraútbúgvingin avspeglar tað, sum skúlapolitiski myndugleikin vil og setir út í kortið. Tá tað er sagt, so hevur Námsvísindadeildin og Fróðskaparsetrið eisini ta stóru uppgávu at framleiða granskingargrundaða vitan, soleiðis at vit kunnu vera ein kritisk rødd og stuðla og mæla politisku skipanini til at taka granskingargrundaðar avgerðir. Og so skal læraraútbúgvingin helst útbúgva lærarar til framtíðar fólkaskúlan, so har mugu vit fylgja við tí, sum rørir seg og granska í, hvussu kósin skal setast fyri, at skúlin kann vera eitt nóg gott menningar- og læringsstað til øll børn.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2024.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.