Tíðindi

Gransking: 3 av 4 lærarum undir ov stórum trýsti

Átta av tíggju lærarum halda, at starvið er sálarliga krevjandi, og ein stórur partur av lærarum metir seg hava ov vánaligar møguleikar at koma fyri seg eftir stórt arbeiðstrýst, sambært nýggjari kanning.

28.05.2021

Hvussu hava lærarar tað? Sambært nýggjari kanning í Svøríki er sálarliga arbeiðsumhvørvið verri hjá lærarum samanborið við øðrum yrkisbólkum. Kanningin, sum er gjørd í 2020, vísir, at lærarar í grunddeildini í miðal eru undir størri trýsti, tá ið talan er um arbeiðsbyrðu og sálarligt ok samanborið við miðal í øðrum yrkjum. Ein sannlík frágreiðing – av fleiri – er, at lærarar í størri mun enn starvsfólk í øðrum yrkjum mugu taka á seg uppgávur, sum liggja uttan fyri kjarnuuppgávurnar. Nógvir lærarar siga eisini frá, at teir í arbeiðnum eru fyri harðskapi og hóttanum.

Vánaligur arbeiðsfriður, larmur og klandur í skúlastovuni eru onnur viðurskifti, sum sambært granskingini eru við til at ávirka arbeiðsumhvørvið hjá lærarum og við til at gera lærarar strongdar. Sama er við vantandi orku, eitt nú tá ið talan er um stuðul til næmingar, til dømis serlærarar – og góðir møguleikar at hjálpa næmingum, sum hava serligan tørv.

Fyrr í ár spurdi svenska lærarafelagið eitt umboðandi tal av lærarum um arbeiðsviðurskifti teirra. Svarini bera boð um eitt arbeiðsumhvørvi undir trýsti, ikki minst fyri lærarar í grunddeildini.

Nøkur dømi:

·       75 prosent siga, at arbeiðstrýstið er ov stórt.

·       Millum lærararnar í grunddeildini sigur minni enn helvtin, at tey hava møguleika at fáa ein steðg í arbeiðsdegnum. Ein ógvuliga stórur partur sigur, at tey ikki hava møguleika at finna orkuna aftur eftir eitt drúgt tíðarbil við nógvum arbeiði.

·       Gott og væl 80 prosent metir, at arbeiðið er sálarliga útlúgvandi.

·       Ein stórur meiriluti sigur, at fyrisitingarligu uppgávurnar teljast millum størstu trupulleikarnar, tá ið talan er um sálarliga arbeiðsumhvørvið.

·       Meiri enn helvtin sigur, at tey í minsta lagi ein dag um vikuna kenna seg útlúgvað og orkuleys, tá ið arbeiðsdagurin er at enda komin, fjórði hvør, at tey í minsta lagi ein dag um vikuna kenna seg at vera komin til markið fyri, hvat tey orka, og nærum fimti hvør, at tey hava hesa kensluna fleiri ferðir um vikuna.

Ulrich Stoetzer, sálarfrøðingur og kønur í sálarligum arbeiðsumhvørvi, sigur, at heilsan er í vanda, tá ið arbeiðstrýstið yvir longri tíð er so stórt, at krøvini eru størri enn orkan at takkla arbeiðið.

– Arbeiðsgevarin eigur í sínum fyriskipanum at kanna og tryggja, at tað er javnvág millum krøv og orku. Tað stendur eisini í lógini fyri sosialt arbeiðsumhvørvi. Tíverri er einki nýtt í hesum. Forskriftirnar hava verið til í 5 ár. Tað liggur stór ábyrgd á arbeiðsgevaranum at bøta um viðurskiftini.

Í eini grein í tíðarritinum Arbetsmarked och arbetsliv skrivar Pontus Bäckström, sum arbeiðir í svenska lærarafelagnum, hví lærarar í frískúlum mangan trívast betur enn lærarar í almenna skúlanum, hóast teir í mongum førum undirvísa fleiri tímar.

– Tað eru fleiri hugsandi frágreiðingar, hví so tykist vera. Ein kann vera, at í frískúlum er frástøðan frá lærara til leiðslu styttri enn í almenna skúlanum. Lærarar, sum hava ein nærverandi stjóra og ein stjóra, sum hjálpir teimum at raðfesta millum allar arbeiðsuppgávurnar, siga frá minni arbeiðstrýsti. Stórt arbeiðstrýst samsvarar sálarligt ok, sigur Pontus Bäckström.

– Ein onnur sannlík frágreiðing er samansetingin av næmingum, sum ofta er øðrvísi enn í frískúlunum. Ein hypotesa er eisini, at lærarar í frískúlum eru fyri minni etiskari og moralskari strongd, tá ið talan er um næmingar samanborið við starvsfelagarnar í almennum skúlum.

Etisk strongd?

– Etisk strongd, ella samvitskustrongd, kann koma fyri, tá ið næmingar, sum hava nógva hjálp fyri neyðini, ikki fáa neyðugu hjálpina, sum lærarar meta, at teir eiga at fáa. At kenna, at tú sum lærari ikki røkkur til, kann vera ógvuliga sálarliga tyngjandi.

Etisk strongd er áður kannað, tá ið talan er um yrkið hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

– Nú royni eg at kopla hesa frágreiðingina til yrkið hjá lærarum. Mín greining vísir, at tað eru almennir skúlar, har lærarar ikki kenna etiska strongd, men stóri munurin millum arbeiðsviðurskiftini hjá lærarum á almennum skúlum og frískúlum tykist vera orsøkin.

Pontus Bäckström sigur, at lærarar í almennum skúlum í stóran mun fáa uppgávur, sum einki hava við undirvísing at gera og sum krevja nógv meiri tíð, og tað elvir til økt arbeiðstrýst. Harumframt kann arbeiðsumhvørvið vera sálarliga hart, tá ið talan er um stórt tal á næmingum við serligum tørvi og samsvarandi vánaligari orku at nøkta tørvin, sum aftur elvir til økta samvitskustrongd.

– Men tað nýtist ikki vera so. Alt veldst um, hvussu nógvan stuðul næmingarnir kunnu fáa samanborið við tørvin teir hava, og í hvussu stóran mun lærarar kunnu savna seg um undirvísingina.

Granskarar við Specialpedagogiska institutionen och Institutionen för folkhälsovetenskap við Universitetið í Stockholm hava í eini nýggjari kanning kannað, hvussu lærarar hava tað við krøv, tamarhald og kenslur, tá ið talan er um samspælið við negativa strongd. Kanningin byggir á svar frá 2700 lærarum í 200 skúlum í Stockholm.

– Altjóða kanningar vísa, at lærarar eru fyri stórum arbeiðstrýsti, og at hetta trýstið er hægri enn í mongum øðrum yrkjum. Í Svøríki liggja lærarar høgt í so máta, eisini samanborið við altjóða kanningar.

– Endamálið hjá okkum hevur verið at finna fram til, hvat kann verða sett í verk, soleiðis at lærarar gerast minni strongdir, sigur Joacim Ramberg, granskari við Specialpedagogiska institutionen.

Gransking, sum áður er gjørd, hevur víst á, at samband er millum høg krøv og vánaligt tamarhald og nógva strongd.

– Men granskingin vísir eisini, at lærarar kenna minni strongd, um teir samstundis kenna seg hava eina góða kenslu av, at arbeiðið hongur saman. Vit hava eisini kannað, um kenslan hjá lærarum av samanhangi ávirkar einstaka læraran, tá ið talan er um strongd.

Ger tað tað?

– Ja. Um eg arbeiði í einum skúla, har nógvir av mínum starvsfelagum hava somu kenslu av samanhangi, sum eg, tað er kenna arbeiðið at geva meining, so ávirkan tað strongdarleguna positiva vegin. Hvussu kenslan hjá felagsskapinum er av samanhangi ávirkar eisini, hvat einstaki lærarin kennir. Flest fólk megna at takkla stórt arbeiðstrýst og strongd yvir styttri tíð, serliga um tey hava møguleika fyri at koma fyri seg.   

– Álvarsligir trupulleikar kunnu koma í, um lærarar ikki hava møguleika at koma fyri seg, og strongdin bara heldur á. Soleiðis er tað hjá nógvum lærarum. Stór krøv og vánaligt tamarhald er ikki góð samanseting, serliga í longri tíð, sigur Joacim Ramberg.

Hvat eigur at verða gjørt fyri at minka um strongdina?

– Ein lykil, haldi eg, er at økja um sjálvræðið hjá lærarum, soleiðis at krøvini minka, tá ið talan er um fyrisitingarligar uppgávur. Tað er eisini umráðandi, at arbeiðsplássini hava ein bygnað og eina fyriskipan, sum gera, at lærarar kenna seg at hava ávirkan og at hoyra til. Hóast strongdin ikki minkar, ber betur til at takkla hana um viðurskiftini eru góð á arbeiðsplássinum.

– Næmingar, sum hava strongdar lærarar, trívast verri enn næmingar, sum ikki hava lærarar, sum eru strongdir. Teir hava eisini betri viðurskifti við lærararnar, og tað ávirkar eisini, hvussu teir klára seg í skúlanum.

Kelda: skolvarlden.se


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.