Tíðindi

Granskarar stúra fyri, at børn fáa atferðartrupulleikar av telefonnýtsluni hjá foreldrunum

Hevur tú børn, eigur tú at leggja telefonina og onnur talgild tól frá tær part av degnum, siga granskarar

27.09.2018

Ein pápi kemur heim og møtir fýra ára gamla soninum í gongini; tá ljóðar eitt pling í snildtelefonini, og ein teldupostur vísir seg á skíggjanum. Pápin kemur júst av fundi, telduposturin er ein uppfylging av fundinum, og hann má lesa hana. Tá ið sonurin vil vísa honum, hvat hann hevur bygt inni á kamarinum, kemur eitt nýtt pling úr telefonini, sum varskógvar, at okkurt er komið á Facebook, sum hann má lesa. Forvitin, sum hann er, hyggur hann, hvat tað er; nærum um somu tíð koma eini boð á telefonina um, at arbeitt verður á farleiðini, hann vanliga tekur til og frá arbeiði. Snildtelefonir og aðrir tøkniligir lutir elva til nógva órógv í samskiftinum millum fólk. 

Nú ávara heilsufrøðingar um, at børn kunnu líða skaða av, at foreldur ikki eru mentalt tilstaðar, men hvat sigur granskingin í grundini um hetta?

Enn er ikki nógv gransking á økinum, sigur Imac Maria Zambrana. Hon er granskari við Universitetið í Oslo.

– Tey síðstu árini hevur granskingin savnað seg um nýtsluna hjá børnum av tøknifrøði og minni um nýtsluna hjá foreldrum. Fram um alt vantar okkum kanningar, sum fylgja nýtsluni hjá foreldrum og børnum í longri tíð, sigur hon.

Tað ber tí ikki til hjá granskarum at siga nakað vist um, hvussu telefonnýtslan hjá foreldrum ávirkar børn. Men granskarar vita nógv um, hvussu umráðandi tað er fyri menningina hjá børnum at foreldur eru mentalt til staðar. Granskingin hjá Zambrana savnar seg serliga um foreldur-barn-samspælið. Hon hevur ikki hugt nærri at telefonnýtsluni sum heild, men heldur at samskifti sum heild.

– Ógvuliga tíðliga í menningini hjá børnum fer nógv torgreitt samskifti fram millum børn og foreldur, so sum ljóð, andlitsbrá og likamligt samband sum heild, alt samskifti, sum krevur, at foreldrini eru nærverandi og tilstaðar, sigur hon.  

Við Universitetið í Harvard er ein granskingarmiðdepil, sum kannar samspælið millum foreldur og smábørn. Granskararnir har halda, at teknini foreldur og børn senda sínámillum er neyvt tillagað hvørt øðrum og tørvinum hjá børnunum. Orsakað av hesi tillagingini er samskiftið við til at menna neurologiska netverkið í barnsins heila. Hetta netverkið hevur stóran týdning fyri, hvussu barnið mennist víðari. Tætta samspælið krevur, at foreldur savna seg um barnið og hava eyguni við, hvat barnið er upptikið av. Áhaldandi órógv ger, at foreldur hugsa um nógv um somu tíð, og tað gongur út yvir samspælið millum foreldur og børn. Í eini kanning, sum amerikanskir granskarar hava staðið fyri, verður staðfest, at foreldur, sum verða órógvað av telefonini, eru minni sensitiv yvir fyri børnum sínum.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.