Tíðindi

Grannamálini eiga at verða raðfest í skúlaskipanini

Eiga vit at lata standa til, ella eiga vit at skipa so fyri, at vit læra grannamálini væl og virðiliga í skúlanum, soleiðis at vit framhaldandi eru stinn í norðurlendskum og megna at samskifta við norðurlendingar? Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir, lærari, er onga løtu í iva: Grannamálini hava stóran týdning, og tey eiga at verða raðfest í skúlaskipanini.

15. apríl 2020

Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir tók prógv sum lærari á Námsvísindadeildini í fjør; heitið á yrkisrættaðu verkætlan hennara var: Kunnu vit byggja brúgv og menna frálæruna í grannamáli við støði í lærugreinini føroyskt í fólkaskúlanum? Íblástur til evnið var eitt skeið á Nordisk Sommerskole í 2018. Evnið á skeiðnum var serkunnleiki í grannamálsdidaktikki.

- Tað sýnist, sum norðurlendingar hava lyndi til at samskifta á enskum heldur enn norðurlendskum; tað havi eg sjálv upplivað á tveimum skeiðum fyri norðurlendsk læraralesandi. Foreningen Norden mælir til at skipa fyri átøkum, sum hava til endamáls at styrkja grannamálsfatanina; grannamálini eiga at verða sett á breddan í námsætlanunum í donskum longu í fyrsta flokki, har størsta innlæringin av máli fer fram. Men grannamálini eru ikki bara viðkomandi í lærugreinunum føroyskum og donskum; tey hava eisini týdning í øðrum lærugreinum, so sum søgu, samfelagsfrøði og landafrøði.

Í føroysku skúlaskipanini eru vit á góðari leið, tá ið talan er um undirvísingartilfar í grannamálunum, heldur Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir og vísir til heimasíðurnar Snar hjá Námi og Norden i skolen, sum hevur undirvísingartilfar á øllum norðurlendsku málunum.

- Hóast kanningar vísa, at føroyingar hava góða fatan av grannamálunum, so mugu lærarar áhaldandi vera árvaknir og eggja næmingunum at læra grannamál, serliga nú enskt trokar seg inn. Førleikan sum tvímælingur, sum eisini er lopfjølin inn í grannamál, síggi eg sum framíhjárættindi. Hetta er knýtt at mínum samleika og dannilsi heilt frá barndómsárum, har eg serliga var hugtikin av norðurlendskum barnabókmentum. Seinni í mínum lestrarárum, bæði í Danmark og í Føroyum, havi eg gagnnýtt henda málførningin, og eg havi kent meg sum norðurlending á jøvnum føti við onnur lesandi, har tað mesta av undirvísingartilfarinum var á donskum.

Øllum Norðurlondum, sum hava undirskrivað Helsingforssáttmálan frá 1996, er álagt at undirvísa í grannamálunum. Í Danmark snýr tað seg um norskt og svenskt, meðan tað í Føroyum snýr seg um danskt, íslendskt og norskt. Danskt er fyrsta annaðmálið, ið føroyskir næmingar læra; lærugreinin kemur á tímatalvuna í triðja flokki. Seinni í skúlaskipanini verður væntað, at næmingar skilja norskar og svenskar tekstir og kunnu greiða frá skyldskapinum millum málini. Í ritgerðini greinar Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir didaktisku frálæruna í grannamáli við støði í lærugreinini føroyskt við tvímálsførleikanum. Hon ger tvær undirvísingargongdir; aðra, ið byggir á arbeiðsháttin Ferðsluljós, og hina, ið byggir á arbeiðsháttin Dictogloss.

- Tað ber til at hava undirvísingargongdir tvørfakliga í føroyskum og donskum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2020, sum júst er komið

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.