Tíðindi

Gott arbeiðslag og vilji fram um støðumet

Í seinastuni hava vit hoyrt og lisið nógv um PISA og tað, at lærarar hava lyndi at geva gentum betri karakterir. Men hví alt hetta fokusið á hesi tølini og karakterir? Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelagi, skrivar

8. januar 2020

Sum lærari ert tú fyrr ella seinni noyddur at fyrihalda teg til støðuna at skula geva støðumet. Ella karakterir. Eftir mínum tykki er tað hugaligt at hava flokkar í innskúling og miðdeild, har tú oftast heldur gevur munnligar afturmeldingar heldur enn skrivligar.

Ikki tí, tað er eisini motiverandi fyri tey flestu børnini at fáa støðumet, og tað er aloftast eisini lætt hjá okkum lærarum at nýta støðumet sum amboð til at vísa á greið úrslit og niðurstøður. Havi sjálvur aldrin havt sálarligt kvøl at geva støðumet, men kortini havi eg ikki – og fari heldur ikki – at nýta óneyðuga nógva orku til at fyrireika næmingar í byrjanini í 8. flokki til próvtøkur í 9. flokki. Hetta bæði kann ørkymla og ræða næmingar, og so ganga børn heldur ikki í skúla í 9-10 ár einans fyri at fáa støðumet.

Tað er nógv meira týdningarmikið at arbeiða við at fáa børnini at hava eitt gott arbeiðslag, samstarvshegni og sum heild vísa góðan atburð. Tá hesar dygdir eru veruligar, so fara støðumetini ivaleyst at fylgja við. Um ikki í fólkaskúlanum, so seinni á lívsleiðini.

Bókin frá 2017, Grit, eftir amerikonsku Angelu Duckworth, sálarfrøðingi, er sera áhugaverd fyri lærarar at lesa. Bókin varpar ljós á hugtakið grit, sum merkir ágrýtni, áhaldni, viljafastur og passión o.s.fr. Angela hevur undirvíst í fólkaskúlum og á lærdum háskúlum og hevur sum undirvísari og granskari týðiliga eitt nú sæð, at vit lærarar oftani hámeta talent hægri enn grit.

Vit hava helst øll eisini hugsað og upplivað, at summir næmingar, sum komu leikandi lætt ígjøgnum fólkaskúlan, ikki reiðiliga gjørdu sær gagn av sínum talenti. Helst hava summi av hesum børnum mangla tað góða arbeiðslagið, grit, og vit hava kanska yvirsæð tað sum lærarar.

Somuleiðis vísir Angela í bókini á fleiri dømi um sokallaðar veikar og miðalsterkar næmingar, sum við einum óvanliga góðum arbeiðslagi og oftani góðum baklandi hava stríðst fyri at betra seg fakliga. Hesir næmingar hava eitt nú brúkt nógvar feriur og vikuskifti á tamb til skúlating, og eisini hava hesi javnan prátað við lærarar um eitthvørt fakligt. Felags fyri hesar týpur er, at teir fáa góðar útbúgvingar og eru eitt íkast á einum og hvørjum arbeiðsplássi.

Kann eisini sanna og vátta, at tað er mangan hent, at eg hitti fyrrverandi næmingar, sum siga seg fáa nógv betri støðumet á miðnámi enn í fólkaskúlanum. Og tá eg hugsi aftur á tíðina hjá hesum næmingum í fólkskúlanum, so vóru tey øll sera røsk, hugagóð og arbeiðssom, hóast tey at kalla altíð fingu 02, 4 ella í mesta lagi 7.

Havi fesk dømi um nakrar næmingar í tveimum 4. flokkum, sum eg undirvísi í enskum, har hesi “stríðast” eitt sindur í enskum í mun til tey flestu. Felags fyri hesar næmingar er, at hesir sita leingi og hugagóð við truplum uppgávum, og at hesi vildu hava 2-3 enskar bøkur heim við í jólaferiu, tí hesi vildu styrkja seg í málinum. Eitt ófatiligt og hugvekjandi grit!   

Nú á døgum sleppa so at siga øll inn á miðnám, og tískil er tað meira umráðandi at síggja aðrar dygdir hjá næmingum enn bert tað fak-fakliga. Skumpa vit hesi røsku børnini á rættan hátt og geva teimum rós og eitt herðaklapp fyri eitt frálíkt arbeiðslag, so kunnu vit – sambært Angelu Duckworth – vera vís í, at hesi skulu nokk fara at klára seg rættiliga væl.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.