Tíðindi

Gongur lærarin á odda í lesing, fær hann næmingarnar við

- Tað er týðiligt, at gongur lærarin høgt upp í lesing og lesur nógv við næmingunum, so fær hann næmingarnar at lesa og at koma á bókasavnið, sigur Thordis Dahl Hansen, skúlabókavørður í Skúlanum við Streymin

18. februar 2021

Í flestu skúlum eru næmingar í øllum árgangum vanir við frílesing. Tað er tó ymiskt, hvussu frílesingin verður raðfest og skipað.

- Hjá summum lærarum er frílesingin eftir einari fastari skipan, men ikki hjá øllum. Frílesing eigur ikki at vera nakað, tú bara setir næmingar at gera, tá ið setningurin er gjørdur í tímanum. Frílesing eigur at verða ein skipaður partur við innihaldi. Eg havi eygleitt frílesing, sum bæði er skipað og óskipað, og tað er eingin ivi í, hvat tænir lesingin betur, sigur Thordis Dahl Hansen.

Í Skúlanum við Streymin er stórt, gott og væl skipað bókasavn, sum allir næmingarnir kenna. Næmingarnir eru frá tí teir eru lítlir vanir at koma á bókasavnið at læna til frílesingarløtur.

- Tað er umráðandi, at lærarin er við og vegleiðir, tá ið næmingarnir eru á bókasavninum og velja bøkur. Hann kennir næmingarnar, veit á hvørjum torleikastigi teir eru og kann tí vegleiða teir at finna røttu bókina. Sum bókavørðir síggja vit, hvat næmingarnir velja. Tað er ikki nóg gott, tá ið vit síggja, at summir næmingar, oftast dreingir í 6. og 7. flokki, velja sær myndabøkur í staðin fyri tekstbøkur. Tað sigur okkum, at teir ikki eru góðir lesarar og kanska ikki hava fingið ta hjálp, teir eiga at fáa at gerast lesarar. Tað er synd og spell, at tað er so.

Avbjóðingin at fáa børn at lesa er eins stór í Skúlanum við Streymin og aðrastaðni. Avbjóðingin er so stór, heldur skúlabókavørðurin, at allir partar eiga at ganga saman um at gera nakað við tað.

- Vit eiga at hava ein lesipolitikk í skúlanum, sum útgreinar, hvat eigur at verða gjørt fyri at skapa eina lesimentan, og sum allir lærarar arbeiða eftir. Tað snýr seg fyri ein stóran part um tilvit, eisini tilvit hjá lærarunum um týdningin at fáa børn at lesa. Lesing er grundførleikin í øllum lærugreinum, tað er umráðandi í øllum, sama hvat fyri útbúgving, tú velur. Sum lærari og bókavørður tosi eg ofta við børnini um, hvussu umráðandi tað er at duga at lesa væl; eg plagi at siga, at lesa er sum at venja. Skulu tey einaferð lesa upp fyri onkrum, til dømis um tey fara at arbeiða í barnagarði og ikki hava vant, tað vil siga lisið nógv, so fer tað ikki ganga væl at lesa fyri børnunum. Venjing skal til. Tað eru sjálvandi tey, sum hava trupulleikar at læra at lesa, og tey eiga at fáa alla ta hjálp, sum ber til.

Seinastu árini hevur nógv verið frammi um týdningin av at lesa og skapa góðar lesivanar. Thordis Dahl Hansen heldur, at eitt, ið ikki verður gjørt nóg nógv við í kjakinum, er at grundgeva væl fyri, hví tað er so umráðandi at lesa.

- Eftir mínum tykki kann tað ongantíð verða sagt ov ofta, hví tað er umráðandi at duga at lesa og at lesa væl og nógv. Tað er umráðandi at endurtaka hetta alla tíðina fyri lærarum, foreldrum og næmingum. Tað er ikki nóg mikið bara at leggja fram tøl fyri, hvussu nógv og ofta børn lesa; sjálvur týdningurin av at lesa ella ikki at lesa tykist verða gloymdur ella í øllum førum ikki at verða sagdur nóg ofta. Eg haldi, at vit raðfesta ikki nóg høgt at siga frá, hví tað hevur so stóran týdning, og hvat tú í roynd og veru fært burtur úr at lesa. At við at seta teg við eini bók, so sleppur tú at ferðast, at kopla úr og fáa upplivingar. At droyma teg í aðrar heimar og fordjúpa teg. Umframt tað, at tað hevur týdning at duga at lesa í øllum viðurskiftum í lívinum; alt krevur, at tú dugir at lesa. Bara at skula til handils krevur, at tú dugir væl at lesa. Lesing er lykilin til alt. Lærarar formiðla ikki nóg væl tann ovurhondsstóra týdningin lesing hevur. Tað verður gjørt nógv í innskúlingini at fáa børn at lesa skjótt og væl, men so tykist tað, sum eldru flokkarnir verða gloymdir bæði í miðdeildini og hádeildini.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.