Tíðindi

#GevistViðAtDálka!

Soleiðis eitur seinasta leikavrikið hjá Frískúlanum í Havn, ið sum kunnugt er á Velbastað. Mikumorgunin 13. desember var aðalroynd hjá 35 leikarum – skúlabørnum – í Frískúlanum, og frumsýningin var sama kvøldið. Hesin jólasangleikurin varð sýndir tvær ferðir sama dag á Føroya best útgjørda og framvegis høgligasta leikpalli: Sjónleikarhúsið í Havn

14.12.2017

Til samans 41 fólk hava verið við at skipa jólasangleikin hjá Frískúlanum. Tað er, at fleiri fólk í felag við hugaroki hjálpa hvørt øðrum at koma við góðum hugskotum. Henda ellinta jólaleikin hjá Frískúlanum í Havn eiga 16 næmingar og leikarin, Sóley Danielsen, sum undirvísir í drama í skúlanum. Hesi 17 hava saman skrivað leikin eftir hugskoti frá næmingunum í Frískúlanum í Havn, og sangirnar hava fimm næmingar gjørt saman við tónleikalæraranum Guðrið Hansdóttir.

   Tey í Frískúlanum í Havn eru fegin um at spæla sín eindagsleik í Sjónleikarhúsinum í Havn, tí hetta gamla, heiðurskrýnda leikhús hevur neyðugar fasilitetir fram um aðrar pallar í Føroyum.

   At skapa ein leik sum #GevistViðAtDálka! krevur nógva tíð, gott hegni, dirvi og skapanarførleika. Hesin leikurin og allir hinir leikirnir eru prosjekt hjá teimum í Frískúlanum, sum tey hvørt ár arbeiða við heilt frá tí degi, heystfrítíðin endar inntil jólar.

   Leikurin er skaptur yvir tann nú á døgum støðugt aktuella spurningin: Hvat kanst tú gera fyri at minka um globalu upphitingina?

  Tú kanst: Skifta til spariperur, brúka bilin minni, nýta sólorku, brúka minni heitt vatn, sløkkja ljósið, tá ið tú ikki ert í rúminum, planta eitt træ, turka klæðini úti á snórinum, súkkla meira, eta minni kjøt, sløkkja el-tól, so tey ikki eru í standby mode.

   Sóley Danielsen hevur leikstjórnað #GevistViðAtDálka!, næmingar á Miðhæddini og í verkstovuni í skúlanum hava sniðað pallin, búnar og pallutir, pallfólk vóru næmingar á Miðhæddini, Rói gjørdi ljóðið, Gunna gjørdi ljósið, og hjálparfólkini vóru Eyðbjørg, Felisia og Sharon.

   Í leikskránni takkar Frískúlin Balduri Meitil, Havnar Sjónleikarfelag, Jónasi Bloch Danielsen, Kristiani Blak, Ljóðtøkni og royndum tónleikarum fyri altørvandi hjálp.

   Grundhugsjónin hjá Frískúlanum í Havn er millum annað, at øll mennast, hvør í sínum lag. Fyri at stimbra og stuðla hvørjum einstakum barni í menning síni á øllum økjum – kognitivum, sosialium og etiskum, kropsligum og musiskum/listarligum – er neyðugt at møta barninum, har tað er, fyri at tað kann mennast so væl sum til ber.

   Í august í ár varð Frískúlin 10 ár, og tað hátíðarhildu tey við gongutúri av Krossinum til Velbastað. Gjøgnum náttúruna, sum tey rópa "Føroya størstu skúlastovu", sum minnir okkum á, hví Frískúlin er júst á Velbastað.

Myndin:

Mikudagin 13. desember spældu 35 næmingar í Frískúlanum í Havn (á Velbastað) sín ellinta eindagsleik fyri hugtiknum ommum og abbum og øðrum avvarðandi. Myndin er tikin fyrrapartin mikudagin í vælsettum Sjónleikarhúsi í Havn

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.