Bloggur

Ger so væl, Ingun, tú kanst velja at fara heim nú

Ingun M. Háberg, læraralesandi á øðrum ári, bloggar

28. februar 2014

Eg havi hugsað eitt sindur um tað í seinastuni. Eg havi faktiskt hugsað um tað leingi og verið eitt sindur ónøgd, men eg haldi, eg havi broytt meining. Serliga seinastu dagarnar, síðan eg kom heim úr Svøríki, har eg havi verið og hildið jól, og havi havt tíð at hugsað meg um enn einaferð.


Á denn framíhjárættur hjá mær at hava hendan møguleikan, sum eg nú havi. Sum tað er deiligt, at skúlin, sum eg gangi á og skipanin í hesum landi, eru so.


Samfelagið sigur við meg: “Ger so væl, Ingun, tú kanst velja at fara heim nú. Tú skalt sleppa at fyrireika teg til ta uppgávu, sum liggur fyri framman. Slappa eitt sindur av, hvíl teg og samla tær tankar og styrki til tað, sum koma skal. Tú kanst, um tú vilt, taka tær frí í eitt ár. Studningurin er ikki so høgur, men tú skalt fáa hann í 11 mánaðir. Far og legg bøkurnar á hillina, pennahúsið í skuffuna og droppa skúlating. Hugsavna teg heldur um teg sjálva, mann tín (ája, eg bleiv gift í desember) og barnið, sum tit skjótt fara at fáa. Far í staðin og vaska skiftiborðið, tú hevur keypt. Finn tær barnavognin fram, set rimasongina saman og vaska betrekkið til bilstólin. Far, fyrireika teg, njót komandi árið og kom so aftur í skúla!”


Tað er forbiðið pent gjørt av samfelagnum allíkavæl. Av tí, at eg skal gerast mamma, havi eg fingið eitt ár, har eg sleppi at ogna mína tíð til tað, sum hevur mest týdning – til tað, sum fer at merkja alt frá nú av. Sjálvandi kann mann velja at ikki fara í barnsburðarfarloyvi. Tað haldi eg eisini er ótrúliga flott klárað av teimum, sum velja tað. Men eg ivaðist ikki eina løtu. Eg vil hava hendan møguleikan. Tað er eitt sindur syrgiligt at skula siga farvæl við tey, eg havi gingið í flokki saman við til nú, og serliga tær deiligu damurnar á kreativu breytini, sum eg fari at sakna. Sjálvandi hevði tað verið stuttligt at sloppið til París við teimum og so framvegis. MEN nú fari eg skjótt á mína egnu lítlu ferð. Eisini eru tað fleiri aðrar í flokkinum, sum eru við barn. Tað er nakað, sum er eyðkent við læraraskúlanum. Tað søgdu tey, tá vit byrjaðu - at ímeðan vit fóru at ganga har, vóru fleiri, sum fóru úr flokkinum, og fleiri, sum fóru at koma í flokkin, tí kvinnurnar á læraraskúlanum eru fyrst av øllum nógvar í tali, men eisini í einum góðum aldri at fáa børn. So í január 2015, tá eg byrji aftur, so eru nokk fleiri av teimum har, sum eg byrjaði saman við. Ella koma tær stutt aftaná.


Tað hevur jú við sær, at eg eisini fari í barnsburðarfarloyvi av Skúlablaðnum. Onkur annar fer at taka yvir, at hugleiða og blogga, men eg komi sum sagt aftur um eitt ár – við einum nýggjum heiti og nógvum íblástri. Takk fyri meg.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.