Tíðindi

Gentur og dreingir sita meiri still nú enn áður

Tað vísir, at átøk, sum hava verið sett í verk at fáa børn og ung at røra seg, ikki hava havt stórvegis gagn, heldur granskari.

19.07.2018

At børn og ung ikki eru so virkin likamliga longur samanborið við fyrr, er ein fatan nógv hava, vit hava bara manglað dátu og kanningar, sum vátta hetta páhaldið. Nú eru tvær kanningar gjørdar í Noregi, sum varpa ljós á, hvussu virkin børn og ung í aldrinum 9 til 15 ár í roynd og veru eru. Kanningarnar eru gjørdar í 2005 og 2006 og aftur í 2011 og 2012.

– Bæði tey 9 og tey 15 ára gomlu sita meiri still nú enn áður og røra seg minni í 2011/2012 samanborið við í 2005/2006. Teir 9 og 15 ára gomlu dreingirnir sita 40 minuttir meiri stillir í 2011/12 enn í 2005/06. Hjá teimum 15 ára gomlu gentunum var talan um næstan 50 minuttir.

Báðar kanningarnar eru gjørdar av einum verkætlanarbólki. Í fyrru kanningini taka 2229 børn og ung lut. Í seinnu kanningini vóru 3598 luttakarar, og tá tóku 6 ára gomul eisini lut. 731 av teimum 15 ára gomlu tóku eisini lut í teirri fyrru kanningini, tá ið tey vóru 9 ára gomul. Umframt at kanna, hvussu virkin tey ungu vóru likamliga, vóru tey eisini mátað í vekt, hædd og rundan um búkin. Likamliga virknið var kannað við einum akselerometri, sum var spent sum belti um tey. Luttakararnir livdu allir eitt vanligt lív.

– Hetta er millum fyrstu kanningar í heiminum, har eitt stórt tal av børnum og ungum eru kannað við eini objektivari máting. Aðrar kanningar eru gjørdar við spurnablaði, tað vit siga, at tey hava sjálv greitt frá, hvussu virkin tey eru, og tað vísir seg mangan ikki at vera so neyvt, sigur Dalene.

Les alla greinina á: http://live.forskningno.ramsalt.wod.by/2018/06/mer-stillesitting-barn-og-unge/produsert-og-finansiert-av/norges-idrettshogskole

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.