Tíðindi

Gamli svimjihylurin í Vágs skúla verður auditorium

Arbeitt verður nú við at gera gamla svimjihylin í Vágs skúla til auditorium. Tá Pálshøll kom fyri nøkrum árum síðani, hevði gamli svimjihylurin tænt fyri seg.

21.11.2023

Tey, ið hava havt við svimjing at gera, hava óivað mangar minniligar úr gamla svimjihylinum í Vági, sum síðani áttati árini hevur verið karmur um bæði almenna- og skúlasvimjing, og ikki minst svimjikappingar.

Tá Pálshøll læt upp í 2015, var ikki longur brúk fyri svimjihylinum, ið var knýttur at Vágs Skúla. Hann hevur síðani verið turrur.

Ætlanir hava í nøkur ár verið at gera gamla svimjihylin í Vági til auditorium.

Nú er av álvara gongd komið á arbeiðið at gera gamla hylin til auditorium.

Til fíggjarætlanina í ár setti býráðið í Vági 750.000 krónur av til at byrja upp á arbeiðið. Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av svimjihylinum, so sleppast kann inn frá ganginum, har miðdeildin gongur.

Arbeiðið er byrjað, og nú gongur sjón fyri søgn.

Hol er sagað á síðurnar í djúpa partinum av hylinum, og arbeiðið at smíða sjálvan pallin er byrjað.

Ætlanirnar við gamla hylinum eru ikki nýggjar, og longu í 2020 stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vágs kommunu, at ætlanir eru um eitt auditorium.

Arkitektur hevur verið og gjørt uppskot um, hvussu slíkt kann gerast, men sum skilst eru ymsar tillagingar gjørdar, og er tað tekniska deild hjá Vágs kommunu, ið stendur fyri arbeiðinum, ið byggifyritøkan Norcon tekur sær av.

Kemur ein í dag framvið, so sær ein hol í síðunum á gamla hylinum, ið eru til hurðar, so tað slepst inn og út av pallinum, og afturum, har økið verður til tey, ið skulu á pall at framføra. Eisini verður hol sagað í veggin, ið gongur út á skúlagongina, har miðdeildin gongur í skúla. Hetta, so tað slepst beinleiðis inn til pall økið tann vegin.

Tað sæst nú eisini, hvussu pallurin kemur at síggja út, tí arbeiðið at smíða sjálvan pallin er byrjað, og síðani verður farið víðari við áskoðaraplássum og øðrum.

Arbeitt verður nú eisini við at finna røttu ljóð- og ljósloysnirnar, ið hóska til slíkt høli, og fólk hjá teknisku deild hjá Vágs kommunu arbeiða við hesum.

Talan verður um eitt høli við palli og ljóð- og ljósútgerð, ið m.a. kann nýtast til m.a. konsertir, sjónleik, filmsvísing, fyrilestrar og til morgunsang hjá Vágs skúla. Eisini fær Musikkskúlin í Vági við hesum góðar umstøður.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.