Tíðindi

Góðir lærarar nógv at siga fyri, at næmingar ikki fella frá í náttúruvísindum

Næmingar á miðnámi í Noregi klára seg verri í náttúruvísindaligu lærugreinunum enn næmingar í Svøríki og Finnlandi.

19-11-2021

Sambært kortleggingarkanningini TIMMS 2019 kláraðu næmingar í 9. flokki í Noregi seg munandi verri í náttúruvísindaligu lærugreinunum samanborið við undanfarin ár. Næmingar í Noregi hava leingi klárað seg verri í náttúruvísindum samanborið við næmingar í Svøríki og Finnlandi.

– Tað vísti seg skjótt, at tað var náttúruvísindaligu lærugreinunum, vit áttu at hyggja nærri at, tá ið fyrstu úrslitini frá TIMSS 2019 vóru almannakunngjørd, sigur Hege Kaarstein, leiðari av kanningini og granskari við Instituttið fyri læraraútbúgving og skúlagransking (ILS) á Universitetinum í Oslo.

Kannaðu læruumhvørvið hjá næmingunum

Tað fyrsta, granskararnir gjørdu, var at kortleggja, hvørji viðurskifti eru broytt í tíðarskeiðinum frá 2015 til 2019. Síðan vóru hesar broytingarnar settar í samband við afturgongdina í náttúruvísindum.

– Vit hava hugt at viðurskiftum hjá næmingum, so sum trivnað í skúlanum og sjálvsálit. Tá ið talan var um viðurskifti hjá lærarum, vóru førleikar teirra og dygdin á undirvísingini kannað, sigur Trude Nilsen, granskari við ILS.

– Tað, vit hava funnið útav, vísir eina skeiva gongd, tá ið talan er um læruumhvørvið hjá næmingum. Her er talan um viðurskifti, so sum happing, eitt trygt skúlaumhvørvi, trivnað og at kenna seg hoyra til ein skúla. Vit funnu eisini eina negativa gongd, tá ið talan er um fakliga sjálvsálitið hjá næmingum í náttúruvísindum, sigur Kaarstein.

Afturgongdin í læruumhvørvinum er í samsvari við úrslit frá øðrum kanningum, eitt nú í happing og arbeiðsfriði.

Størri avbjóðingar fyri undirvísingina

Lærarar vístu á stórar avbjóðingar í undirvísingini við samansetingini av næmingum í 2019 samanborið við í 2015: Tað eru fleiri næmingar, sum vanta vitan ella førleikar, sum ikki eta nóg sunt, ikki sova nóg nógv, eru ómotiveraðir at ganga í skúla og órógva undirvísingina.

Tað eru eisini fleiri tilflytaranæmingar, sum stríðast í náttúruvísindaligu lærugreinunum, tí teir ikki eru nóg stinnir málsliga. Sum heild eru málførleikarnir sera umráðandi, tá ið talan er um at skilja náttúruvísindi, tí tað at skilja hugtøk, grundgevingar og yrkismálið sum heild stendur í miðdeplinum.

Nilsen sigur, at tað, sum eisini ger, at avrikini hjá næmingum versna hevur samband við viðurskifti, sum eru vorðin verri: læruumhvørvið, fakliga sjálvsálitið hjá næmingum, málførleikarnir, sum eru knýttir at fakinum og avbjóðingar, tá ið talan er um samansetingina av næmingunum í flokkunum. Harumframt er talið á tímum í náttúruvísindum í skúlanum í Noregi væl minni samanborið við í øðrum londum.

Lærarar viðurkendir

– Hevði tað ikki verið fyri lærararnar, hevði afturgongdin í náttúruvísindaligu lærugreinunum sannlíkt verið størri, sigur Kaarstein.

Serliga umráðandi er mentir førleikar og undirvísingardygd. Samanborið við 2015 eru tað fleiri lærarar í 2019, sum hava betri fakligar førleikar at undirvísa í náttúruvísindaligu lærugreinunum. Eisini dygdin á undirvísingini í náttúruvísindaligu lærugreinunum, soleiðis sum TIMSS mátar hana, er batnað hesi fýra árini, siga granskararnir.

– Hóast stórar avbjóðingar við næmingasamanseting og læruumhvørvi, so gera lærararnir eitt sera gott arbeiði. Okkara gransking váttar, at lærararnir hava sera nógv at siga og hava gjørt eitt gott arbeiði, hóast nógvar og stórar avbjóðingar, sigur Kaarstein.

Um TIMSS

TIMSS stendur fyri Trends in International Mathematics and Science Study.
Kanningin kortleggur førleikarnar hjá næmingum í 5. og 9. flokki í støddfrøði og náttúruvísindum og savnar inn upplýsingar um bakgrundina hjá næmingunum við spurnabløðum til næmingarnar, lærararnar hjá næmingunum, skúlastjórar og onnur.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.