Tíðindi

Føroyskt verður friðað

- Tað er ógvuliga áhugavert, at øll tey, sum hava verið partur av hoyringini, enntá Kommunufelagið, sum vanliga ikki blandar seg upp í innihaldið í fólkaskúlanum, gera ein manngarð um føroyskt sum lærugrein í fólkaskúlanum, sigur Hanna Jensen, landsstýriskvinna.

05.03.2019

Uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini, sum var sent til hoyringar í desember, er broytt og tillagað, nú tað er komið í løgtingið. Ætlanin at skerja tímatalið við tveimum tímum í øllum floksstigum hevur fingið mest uppmerksemi. Landsstýriskvinnan hevur valt at taka afturmeldingarnar til eftirtektar, sum siga, at tímar ikki skulu takast frá lærugreinini føroyskt; øll, sum hava verið partur av hoyringini, eru samd um, at tímatalið føroyskum ikki eigur at verða skert.

- Tað er eftir øllum at døma semja um, at vit ikki eiga at røra tímatalið, sum móðurmálið fær í fólkaskúlanum. Skal nakað skerjast, so skal tað takast frá øðrum lærugreinum, sigur Hanna Jensen.

Áhaldandi orðaskiftið um, at enskt trokar seg inn á føroyskt, umframt tað at børn í Føroyum lesa minni, og at vit eru eitt lítið mál í tí stóra heimssamfelagnum, har enskt er ráðandi á øllum miðlum, sum børn og ung eru drigin at, hevur ávirkað hoyringarskrivini, heldur landsstýriskvinnan.

- Í kjakinum, sum var í sambandi við aðalorðaskiftið og sum hevur verið í kjalarvørrinum av uppskotinum til broytingar, hevur verið frammi, at føroyskt, sum hevur nógvar tímar, serliga í grunddeildini, tolir at fáa færri tímar, sum handverk og list kann fáa gagn av. Men nú tá ið kjakið hevur verið eina tíð, er tað vent, og nú verður sagt, at jú, gamaní hava børn nógvar tímar í føroyskum, men føroyskt má ongantíð vikna, tí tað hevur so nógva mótgongd úr so nógvum ættum. Hetta er greið boð, sum vit øll hava tikið til eftirtektar.

Uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini er úrslit av arbeiði í einum tvørpolitiskum arbeiðsbólki umframt aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan, sum var í november. Aðalendamálið við broytingunum er eitt ynski um at brúka fíggjarorkuna á fólkaskúlaøkinum so skynsamt sum til ber, vísir landsstýriskvinnan á.

- Ein háttur at brúka fíggjarorkuna betur kundi verið at styrkt tvílæraraskipanina; í summum førum er betri at hava tveir tímar færri um vikuna og so hava tvílærara inni í flokkinum tveir tímar fyri at røkka fleiri næmingum. Nakrar royndarverkætlanir eru í gongd við tvílærara og færri tímum, og tey, sum eru partur av hesum verkætlanum, siga longu nú, at tað gevur úrslit og nærveru í undirvísingini. Tá ið vit vita, at hetta kann verða ein gongd leið, so kunnu vit frígeva orku til tað. Frígivin orka kundi eisini verið brúkt til at skapt fleiri vallærugreinir innan handverk og list; henda lærugreinin stendur ógvuliga veikt sum er. Harumframt eru aðrar áhugaverdar menningarætlanir, sum kundu verið gjørdar.

Ein reyður tráður í hoyringarsvarunum er, at alt tað, sum ikki er tengt beinleiðis at lógarbundnum tímum, og alt tað, sum eitur menningarátøk, er so leyst orðað, at vandi er fyri, at tað lættliga kann hvørva í einari sparirundu einaferð í framtíðini. Eitt nú hevur Føroya Lærarafelag víst á hetta.

- Eftir øllum at døma ræðast vit eitt sindur at hava játtanir til ymiskt endamál, sum øll kunnu vera góð, tí játtanirnar kunnu hvørva millum skins og hold, um tað ikki er tilskilað nóg væl, hvat tær skulu brúkast til. Slíkar játtanir kunnu lættliga verða spardar burtur, tá ið ringar tíðir eru, verður víst á. Samstundis vilja leiðslur hava ávíst frælsi at brúka part av játtanini til ymisk endamál, sum tær vilja raðfesta, og til ymiskt royndarvirksemi. Vit hava tí valt at taka tað burtur úr broytingaruppskotinum um lækkað tímatal, sum hevur við menningartiltøk at gera.

Nú uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini er komið í tingið, er politiska semjan tann, at pengar, sum verða tiknir frá einum øki í fólkaskúlanum, skulu brúkast aðrastaðni í fólkaskúlanum. Í uppskotinum fáa skúlaleiðslurnar heimild at skerja tveir tímar í øllum floksstigum í nøkrum ávísum lærugreinum, men føroyskt verður friðað.

- Skúlaleiðslurnar kunnu skerja tímatalið, ella tær kunnu lata vera og halda fram sum nú; tær kunnu taka tímar frá eitt nú hinum málfakunum. Av tí at samfelagsfrøði er komin inn sum lærugrein, kann samtíðarparturin av lærugreinini søga missa eitt sindur á onkrum floksstigi. Vit hyggja eisini at, hvussu vit kunnu tryggja, at sangur fyllir hóskiliga nógv m.a. sum partur av lærugreinini føroyskt.

Tey, ið hava funnist at upprunaliga uppskotinum um broytingar í fólkaskúlalógini, hava víst á, at neyvar kanningar ikki eru gjørdar innan tey øki, ætlanin var at gera broytingar í. Hanna Jensen sigur, at í tvørpolitiska arbeiðsbólkinum var m.a. hugt at, hvussu onnur lond skipa fólkaskúlan.

- Vit samanbóru dagatal og tímatal, læraraútbúgvingarnar umframt annað. Finnland verður ofta tikið fram, tí tey hava nakrar styrkir; tær styrkirnar liggja ikki í, at tey hava so nógvar tímar, men heldur í, hvussu tey útbúgva lærarar, hvussu tey virða lærarayrkið, hvussu tey gagnnýta læraraorkuna og so framvegis. Vit kunnu læra nógv av finska skúlanum.

Mynd: Ólavur Frederiksen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.