Tíðindi

Føroyskt sum annað mál

Eg var so heppin at fáa møguleikan at sleppa á ein fund við lærarar og rektaran á Fróðskaparsetrinum (námsvísindadeildini) henda dagin. Hetta var ein sera spennandi fundur, har vit prátaðu um m.a. linjulestur, starvslæru, smáar lærugreinir, broytingar í útbúgvingini o.m.a. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

17.01.2018

Eitt av mongum, sum fangaði mítt oyra, var, at tey á Setrinum bjóða fram ískoytisútbúgving í føroyskum sum annað mál, men at undirtøkan ikki var nóg stór til at farast kundi til verka.

Eg spurdi, hví so var? Men svarið er ikki so einfalt. Orsøkin er ein samanrenning av t.d. vantandi kunning, møguleika at luttaka, og nær útbúgvingin verður boðin út. Hetta er sera harmiligt, tí at tað eru alt fleiri børn í skúlunum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, umframt at tað eru fleiri, ið flyta til Føroyar eftir at hava búð uttanlands og tí mangla førleikar í føroyskum.

Tað er sera týdningarmikið, at vit lofta hesum børnum rætt, at tað eru fólk við røttu førleikum, ið eru um hesi børnini, so tey kunnu koma so smidliga inn í føroysku skúlaskipanina sum gjørligt. Hetta hevur týdning fyri teirra framhaldandi skúlagongd.

Henda undirvísing snýr seg um meiri enn bert at læra føroyska málið. Tað er eins nógv læran um, hvussu tvær mentanir, ið kunnu vera sera ymiskar alt eftir hvaðani næmingurin er, møtast.

Tað allarbesta hevði verið, at møguleiki var fyri at hava føroyskt sum annað mál sum linjulestur á setrinum, tí tørvurin á hesi vitan veksur. Hetta er eisini eitt ynski frá teirra síðu, men enn hevur hetta ikki borið á mál. Um so var, at høvi var at hava hetta sum linjulestur ella sum eina millumloysn, har tað var ein týðandi partur av føroyskum á linju, so vóru komandi lærararnir brynjaðir at møta hesum næmingum. Trupulleikin við eini millumloysn er, at ofta eru tær bara ok, ikki heilt góðar, men heldur ikki heilt vánaligar. Eg dugi eisini illa at ímynda mær, hvussu rúm skal vera fyri hesum í eini linju, ið longu er 40 ECTS-stig. Hvat skal víkja?

Tað vísir seg, at fjølbroytni í fólkaskúlanum bara veksur. Tað eru munandi fleiri bóltar at lofta í dag enn fyri bert 10 árum síðan. Vit skulu á ein ella annan hátt brynjast til nógv meiri enn bert undirvísing, bæði tey, ið sita á skúlabonki, og tey, ið hava nógv ár í yrkinum.

Hvussu lofta vit næminginum best, og hvussu brynja vit lærararnar soleiðis, at teir kenna, at teir gera eitt munagott arbeiði á høgum fakligum støði? Svarið er ikki einfalt, og tí hava vit heldur ikki eina loysn. Men útbúgving og ikki skeið má vera ein partur av svarinum.

 

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.