Tíðindi

Føroyskt fer at verða hevjað

Atfinningarnar, sum hava verið frammi um, at lærarar ikki duga nóg væl føroyskt, verða tiknar í størsta álvara, og tí eru stig tikin tikin til tess at tryggja, at kunnleikin til føroyska málið er nøktandi í læraraútbúgvingini

19.04.2017

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, svarar spurninginum frá Skúlablaðnum, um nøkur ætlan er um at víðka undirvísingina í føroyskum á Læraraskúlanum. Sum skilst eru førleikarnir hjá nógvum lærarunum í føroyskum ikki nøktandi.

Rigmor Dam sigur, at Fróðskaparsetrið leggur sær og teimum lesandi eina við, at føroyskt mál er og framvegis verður grundarlag undir allari fakligari miðlan í undirvísingarverki okkara.

Treytin fyri upptøku á lærararaskúlanum er miðnámsskúlaútbúgving, so læraralesandi hava havt føroyskt allan fólkaskúlan og miðnámsskúla, so tað átti at verið eitt gott støði at bygt á.

Læraralesandi, sum byrjaðu í august 2016, koma undir eina broytta skipan, sum m.a. ber í sær, at grundskeiðið í føroyskum, sum øll fara ígjøgnum, telur nú tvífalt so nógv sum frammanundan. Lesandi hava føroyskt 10 tímar um vikuna frá november til juni árið eftir.

Lesi- og skrivihegni – literasi - er grundarlagið undir føroyskum á grund. Yvirskipað skal tann lesandi ogna sær vitan og førleikar at undirvísa í fólkaskúlanum upp til 6. flokk í evnum, sum fevna um lesing, greining, fakliga lesing, føroyskt sum munnligt og skrivligt samskiftisamboð í øllum lærugreinum og innlit í ymisk tekstsløg. Tann lesandi skal somuleiðis ogna sær kunnleika um KT, talvunýtslu og talgilt samskifti.

Somuleiðis skal føroyskt á grund vera grundarlag undir, at tann lesandi sum komandi lærari hevur fakligu vitanina og amboðini at samskifta munnliga, skrivliga, við ljóð og sjóntilfari og fjølsamanansett.

Føroyskfakliga skal tann lesandi duga at skriva tekst rætt og sjangru¬tilvitað, ogna sær kunnleika um ávegisskriving og vitan um rættileiðreglur  og leiklut lærarans í sambandi við leiðbeining  og menning av næminga¬tekstum. Tann lesandi skal eisini ogna sær vitan um ymsar lesi-, skrivi- og rætti-/leiðbeiningarleiðreglur.

Aftrat hesum er tað vanliga ein stór helvt av teimum lesandi, ið velja føroyskt sum eina linjugrein. Ein stór helvt  av teimum, ið hava føroyskt sum linjugrein, skriva  bachelorritgerðina í føroyskum. Allar aðrar uppgávur, synopsur, ritgerðir o.t. verða skrivaðar á føroyskum. Í øllum uppgávum, ið verða skrivaðar á lærararútbúgvingini – sama hvat skeið og hvørja lærugrein talan er um – er tað eitt krav, at tann lesandi nýtir góðan og greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting.


Myndin:
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, svarar spurninginum frá Skúlablaðnum, um nøkur ætlan er um at víðka undirvísingina í føroyskum á Læraraskúlanum. Sum skilst eru førleikarnir hjá nógvum lærarunum í føroyskum ikki nøktandi

Tekstur: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.