Tíðindi

Føroyingar á ráðstevnu í Stockholmi

Tað er týdningarmikið, at vit í Føroyum taka lut á slíkum ráðstevnum. Hetta gevur okkum innlit í, hvussu serøkið er skipað í londunum, sum vit samanbera okkum við. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

20.09.2022

16. og 17. septembur var ráðstevna í Stockholmi, sum NFSP skipaði fyri. NFSP (Nordiska Förbundet för Specialpedagogik) er norðurlendskt samstarv innan serøkið. Triðja hvørt ár skipa tey fyri ráðstevnu, sum setur serøkið í miðdepilin. Hesaferð vóru ellviu føroyingar við á ráðstevnuni, sum hevði undirheitið ”Tillgængelig lærmiljø-med barnet/eleven i centrum.

Dagarnir vóru skipaðir við fyrilestrum og verkstovum. Seinast var ráðstevnan hildin í Føroyum, hetta var í 2019. Nógv ymisk evni og sjónarmið vóru á skránni. Eitt nú, hvussu vit skipa serundirvísingina. Ein fyrilestrarhaldari var Robert Forsberg, næstformaður í svenska lærarafelagnum; hann tosaði um, hvønn týdning tað hevur, at undirvísingin, serliga á serøkinum, verður skipað eftir tørvinum hjá einstaka næminginum, heldur enn at næmingurin skal laga seg til umstøðurnar. Um næmingar skulu hava javnbjóðis møguleikar, eigur skúlin at hava umstøður at leggja undirvísingina soleiðis til rættis, at allir næmingar hava bestu umstøður at læra. Eitt, sum Forsperg serliga hevði fyri eyga, var, at lívið er órættvíst, men skúlin skal vera rættvísur. Øll skulu hava møguleika at mennast og læra tað, tey kunnu, í skúlatíðini.

Tað er týdningarmikið, at vit í Føroyum taka lut á slíkum ráðstevnum. Hetta gevur okkum innlit í, hvussu serøkið er skipað í londunum, sum vit samanbera okkum við. Vit fáa høvi at síggja, hvussu tey arbeiða, og hvussu tey skipa sína menning á serøkinum. Grannalondini hava nógvar verkætlanir, ið vit fáa innlit í og kunnu fáa ágóðan av. Tað er ikki altíð lætt at vita, hvat rørir seg í grannalondunum, og tí er heldur ikki lætt at vita, hvørjum vit skulu leita eftir. Tí eiga og skulu lærarar fara út um landoddarnar at nema sær vitan, kunnleika og netverka.

Netverk er ikki at undirmeta. Tað er ikki ein miðil, ið vit dagliga brúka, men ein, vit hava at troyta, tá vit hava okkurt, ið vit grunda yvir. Tá vit sita við kensluni, at vit tøva og fáa onkursvegna ikki flutt okkum. Tað er gjøgnum nýggj eygu, at vit síggja okkara støðu frá øðrum sjónarhorni. Hví fara vit so fleiri avstað, tá vit kunnu seta okkum í samband við útlendskar starvsfelagar, ið vit hava fingið samband við?

Jú, tí tað er so nógv lættari at seta seg í samband við ein starvsfelaga í Føroyum, sum arbeiðir undir somu treytum sum eg, enn at tosa ella skriva til ein útlending, ið ikki kennir viðurskiftini í Føroyum. Teir føroysku lærararnir, ið hava verið, í hesum føri, á ráðstevnu hjá NFSP, hava somu referensurammu, sum eg, og vit kunnu tí práta út frá sama grundarlagi. Tá fleiri fara á eina slíka ráðstevnu, fáa vit betri úrtøku av tí, vit læra.

Mín vón er tí, at vit fara at hoyra um lærarar, ið søkja sær vitan uttan fyri okkara egna bøgarð, og serstakliga, at nógvir lærarar koma á næstu NFSP-ráðstevnu, ið verður í Danmark um trý ár.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.