Tíðindi

Førleikastovan er fyrsta staðið hjá læraranum at fáa hjálp

- Førleikastovan er fyrsta staðið hjá læraranum at fáa hjálp, ráðgeving og vitan, tá ið talan er um eina avbjóðing, sum fevnir breiðari enn ein lærari ella eitt læraratoymi situr við, sigur Margreth Olsen, stjóri í Sernámi

17.12.2018

Við førleikastovunum er serfrøðin nærri læraranum og næminginum. Sernám og førleikastovurnar eru í neyvum samstarvi um næmingarnar, sum hava serligan tørv, og tí er Sernám partur av tilgongdunum, sum førleikastovan setir í verk í sambandi við teir.

- Sum heild er førleikastovan fyrsta staðið hjá læraranum at fáa hjálp, ráðgeving og vitan, tá ið talan er um eina avbjóðing, sum fevnir breiðari enn ein lærari ella eitt læraratoymi situr við. Vit kunnu til dømis eygleiða, ráðgeva og gera kanningar. Lærarar kunnu til dømis ikki bíleggja eina kanning av einum barni; tað eru starvsfólkini í Sernámi, sum saman við førleikastovunum meta um, hvørji átøk kunnu vera neyðug. Er talan um ávíst barn, verður hetta gjørt í samstarvi við foreldrini, sigur Margreth Olsen.

- Fyrimunurin við at hava yrkisførleikar í hvørjum skúla sær, er, at lærararnir hava hjálpina á staðnum, og førleikastovurnar megna nógvar av avbjóðingunum. Er avbjóðingin størri ella øðrvísi, enn tey megna á førleikastovuni, kemur Sernám inn í myndina, sigur Harriet Hansen, varastjóri í Sernámi.

Hóast førleikastovurnar hava nøkur ár á baki, eru arbeiðslýsingar enn ikki gjørdar, sum nágreina arbeiðsøkið hjá hvørjum yrkisøki sær. Einasta, sum er greitt, er, hvørjir yrkisbólkar manna førleikastovurnar, og hvussu tímarnir til førleikastovurnar verða roknaðir út. Tað er óheppið og ein bági fyri menningina av førleikastovunum, at arbeiðsuppgávurnar ikki eru nágreinaðar, eru Margreth Olsen og Harriet Hansen samdar um.

- Av tí at einki yrkisøki á førleikastovuni er nágreinað við arbeiðslýsing, er tað ikki gjøgnumskygt, hvat hvør einstakur ger ella eigur at gera. Tí ger hvør førleikastova, sum hon heldur er best. Sjálvsagt hava ymsu yrkisbólkarnir eina mynd av, hvat teir eiga at gera í mun til sín yrkisførleika, men av tí, at arbeiðsuppgávurnar ikki eru neyvt feldar niður í eina kunngerð ella arbeiðslýsing, so er ringt at siga, hvar markið gongur fyri, hvør uppgávan hjá ymsu yrkisbólkunum er. Tá ið tú ikki veitst ítøkiliga, hvør tín uppgáva er, og hvør tín uppgáva ikki er, so hendir tað, sum vit eisini hava sæð dømi um, at tú druknar í uppgávum, tí tú tekur ov nógv á teg. Vit síggja tað mangan í arbeiðsuppgávum, sum eru vanligar á okkara øki, at er tað ikki greitt, hvat tað er, sum tú skalt gera, so verða uppgávurnar ov nógvar. Tí hevði tað verið gott fyri allar partar, um arbeiðslýsingarnar vórðu gjørdar, sigur Harriet Hansen.

- Fyri ein part snýr tað seg eisini um, hvussu arbeiðsuppgávurnar verða raðfestar; ein spurningur, sum kann koma upp, er, um meginparturin av orkuni á førleikastovuni eigur at verða brúktur til næmingarnar, sum eru knýttir at Sernámi, ella um orkan heldur eigur at verða brúkt til normaløkið. Tað er eingin trupulleiki, at yrkisbólkarnir eru ósamdir um, hvat og hví og hvussu, um bara karmarnir eru greiðir, og arbeiðs- og ábyrgdarbýtið er greitt og væl skipað, sigur Margreth Olsen.

Førleikastovurnar eru enn so nýggjar, at vit ikki hava sæð fullu nyttuna, sum kann fáast burtur úr teimum, heldur stjórin á Sernámi.

- Tað tekur tíð at byggja førleikar upp, tað tekur somuleiðis tíð at byggja eina mentan upp, so ivaleyst gongur eitt sindur av tíð enn, áðrenn vit síggja allar fyrimunirnar við skipanini, sigur Margreth Olsen.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2018, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.