Tíðindi

Fólkaskúlanýskipanin í verki

Lærarafelagið fer við spenningi at fylgja væl við, hvussu skúlar skipa undirvísingina viðvíkjandi møguleikanum at gera broytingar í flokstímabýtinum og læraraorkuni. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag.

10.10.2019

Í hesum skúlaári hevur borið til hjá leiðslum at minka um tímatalið í lærugreinum og heldur flyta orkuna – og tímarnar – til eitt nú handaligar lærugreinar. Við at hyggja at ymiskum tímatalvum kring landið sæst eisini, at nógvar leiðslur hava gjørt júst hesa broyting við eitt nú at umskipa tímabýtið á øllum ella fleiri floksstigum.

Eisini ber til at seta ein lærara inn í staðin, soleiðis at tveir ella tríggir lærarar eru um ein flokk í vanligari stødd í ávísum lærugreinum. Hetta hevur tó verið gjørt áður á summum skúlum, har leiðsla og lærarar hava verið samd um at skerja tímatalið við einum tíma í eitt nú føroyskum ella støddfrøði í innskúlingini og seta ein eyka lærara í flokkin. Her hevur mest verið talan um flokkar, sum hava havt alstóran tørv á eyka lærarastyrki at røkka øllum næmingum.

Treytir eru tó settar til møguleikan at umskipa tímabýtið, tí lærugreinin føroyskt eigur nevniliga av røttum at verða friðað.

Tímar til lærarar og ikki til sparingar

Farna vetur óttaðust vit fyri, at upprunaætlanin við at skerja við lóg tveir tímar í hvørjum floksstigi fór fyrr ella seinni at elva til, at færri tímar vórðu játtaðir til fólkaskúlan. Hetta hevði elvt til, at fleiri tjúgu lærarastørv fóru at hvørva úr skúlaverkinum, og landið hevði spart milliónir og gjørt fólkaskúlan veikari uttan at bróta lógina.

Tíbetur tóktist tað sum, at myndugleikar seinasta vár lurtaðu væl eftir skúlafólkum og felagnum, tí við núvirkandi broytingini hava leiðslur frælsi at skerja tímar, um tey ynskja tað, og framvegis halda seg til sama tímabýtislykil. Tó við einum undantaki, sum er, at móðurmálið verður friðað. Og tímarnir, og harvið læraraorkan, falla til lærarar.

Júst hetta er eisini veruleiki á nøkrum skúlum, sum eg havi samskift við. Á einum skúla verður tímatalið lækkað tveir tímar í hvørjum floksstigi, og áhugaverd menningar- og undirvísingartiltøk og -tilboð eru sett í verk í staðin hetta skúlaárið. Eitt nú verður tvílæraraskipanin styrkt í yngru flokkunum, og læraraorkan styrkt við fleiri lærarum í ítrótti og náttúru og tøkni.

Á einum øðrum skúla hevur leiðslan minkað tímatalið á ymiskan hátt. Serliga er tó talan um søgu, danskt, enskt og heimstaðarlæru, sum er umskipað á tann hátt, at fleiri valmøguleikar eru í handaligum lærugreinum, og at sangur og kórsangur fáa betri umstøður. Eisini er eitt nú næmingatalið á flokkunum í handaverk og list-lærugreinunum minkað, soleiðis at betri umstøður eru til teir einstøku næmingarnar og læraran.

Hetta eru áhugaverdar broytingar, sum skúlarnir ivaleyst fara at eftirmeta og hava møguleikan at halda fast um í nøkur ár ella gera ymiskar tillagingar til. 

Árinini á próvtøkulærugreinarnar og eftirmeting

Nýggi leisturin eigur sjálvandi at fáa tíð at menna seg, og ein innanhýsis eftirmeting eigur at gerast á hvørjum ári. Eisini eiga vit sum felag sum skjótast at heinta afturmeldingar frá lærarum, sum eitt nú hava havt tríggjar tímar í donskum og ein tíma í søgu í 9. flokki, og kanna, um teir hava kent seg trýstar í mun til krøv og próvtøku í lærugreinini, nú tímar eru umskipaðir.

Sum vanligt er við broytingum, so eru helst onkrar barnasjúkur, sum leiðslur og lærarar fara at merkja. Men skipanin má fáa tíð at menna seg, áðrenn møgulig stig verða tikin at gera tillagingar. Tískil verður ein skipað eftirmeting gjørd um nøkur ár, sum Undirvísingarstýrið og Føroya Lærarafelag vórðu samd um at gera, um júst hesar umskipanir, og eisini verða ráðleggingardagarnir, sum lærarar hava seinast í hesum skúlaári, eftirmettir.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.