Tíðindi
21.09.2022
Tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annaðmál er fleirfaldaður eftir fáum árum. Undirvísingarstýrið hevur mett, at nýtslan til hesa undirvísing er farin frá 2 til 5 milliónum eftir fáum árum. Játtanin til fólkaskúlan er ikki vaksin samsvarandi. Føroya Lærarafelag hevur leysliga mett, at tað í dag eru yvir 200 næmingar, ið hava tørv á undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Tørvurin hjá einstaka næminginum er størri nú enn áður. Áður var talan um næmingar, ið skiltu føroyskt, og sum “bara” høvdu tørv á hjálp at læra skriftmálið. Nú er talan um børn, ið koma uttan úr heimi, ið ikki skilja føroyskt mál og føroyska mentan, og í fleiri førum kenna hesi heldur ikki eitt annað norðurlendskt mál ella enskt.
Nógvir av næmingunum eru í hádeildini, og tað er eyka avbjóðandi, tí fyri at kunna fylgja undirvísingini og fara upp til endaliga próvtøku í 9. flokki, mugu teir duga føroyskt. Skúlarnir søkja hvør í sínum lagi um tímar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, men hóast næmingatalið veksur, so er ikki vist, at skúlin fær fleiri tímar til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Hetta greiddi Berlys Toftadal, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúli, frá í Skúlablaðnum, sum kom út beint fyri summarsteðgin. Í Fuglafjarðar skúla eru fleiri næmingar í ár, sum tørvar hesa undirvísingina, men kortini hevur skúlin fingið færri tímar, og tað er ein stórur trupulleiki. Avleiðingarnar av hesum eru, at tað verður raðfest, hvørjir næmingar fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál, og tað merkir, at summir fáa lítið og einki, hóast teir hava stóran tørv á tí.
Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, er ikki kunnugur við hesa støðuna. Hann vísir á, at nógv er gjørt á økinum, sum eitur føroyskt sum annaðmál; útbúgving er sett í gongd fyri lærarar í undirvísing í føroyskum sum annaðmál, undirvísingartilfar verður framleitt til børn og vaksin, kunngerð er sett í verk, og ávís játtan er eisini fingin til vegar.
- Næstseinasta skúlaár var umleið ein millión krónur játtað føroyskum sum annaðmál aftrat. Skúlarnir fáa játtað tímar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál sambært næmingatalinum; um henda játtanin er ov lítil og eigur at vaksa, fái eg ikki svarað í løtuni. Tað sigur seg sjálvt, at veksur næmingatalið nógv, og játtanin stendur í stað, so er greitt, at minni er at býta til fleiri.
Í samrøðuni við Skúlablaðið vísir skúlastjórin í Fuglafjarðar skúla á, at ov fáir tímar til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál gongur serliga út yvir næmingarnar í byrjanardeildini, sum fáa alt ov lítið, og tað er sera spell, heldur Berlys Toftadal, tí tað er so sera umráðandi at leggja eina góða grund í byrjanardeildini.
- Vit hava í grundini einki val og mugu raðfesta teir næmingar, sum einki ella lítið og einki skilja av føroyskum og sum ganga í hádeildini og skulu til roynd og próvtøkur. Vit royna ymiskt fyri at fáa so nógv burtur úr teimum tímunum, vit fáa; til dømis gera vit bólkar eftir tí støði, næmingarnir eru á. Tað, sum ofta hendir, er, at næmingar koma mitt í skúlaárinum; hesir næmingarnir skulu kunna fylgja við teimum, sum eru komin eitt sindur áleiðis.
At fremmandamæltir næmingar ikki hava nøktandi undirvísingartilboð er partur av arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum, ið endurskoðar fólkaskúlalógina.