Tíðindi

Fáa næmingar sálarfrøðiligu tørvirnar nøktaðar?

Áðrenn koronafarsóttina stóð Hans Henrik Knoop, professari, á odda fyri stórari trivnaðarkanning av uml. 300.000 næmingum úr 4.-9. flokk í Danmark.

26.03.2024

Endamálið við trivnaðarkanningini var at finna út av, í hvønn mun næmingar í danska fólkaskúlanum, í samsvari við ástøðið Self-Determination Theory, fáa teir tríggjar sálarfrøðiligu tørvirnar nøktaðar, nevniliga sjálvsavgerðarrætt, førleika og skyldskap.  Úrslitið av umfevnandi kanningunum vísti, at tað er nógv í danska fólkaskúlanum, sum er væl eydnað. Størsti partur av næmingum trívast og hava eina nøktandi uppliving av sjálvsavgerðarrætti, førleika og skyldskapi. Men kanningarnar vístu eisini stórar avbjóðingar fyri stórar bólkar av næmingum: Uml. 50.000 næmingar høvdu vánalig sambond við onnur í flokkinum. Uml. 25.000 næmingar søgdu seg hava einki samband við onnur í flokkinum. Og uml. 70.000 næmingar mettu seg ikki at hava jaligt samband við sínar lærarar.

Sambært Hans Henriki vísa kanningarnar, at lærarar gera eitt stórt og flott arbeiði, og at fólkaskúlin hevur nógvar styrkir. Men vaksandi bólkurin av næmingum, sum mistrívast, er alt ov stórur, og hvussu vit í felag fáa vent hesi gongd, samstundis sum vit styrkja enn meira um tað, sum riggar í fólkaskúlanum, kemur nógv eftirspurdi professarin Hans Henrik Knoop at gera okkum meira upplýst um 28. mai í Smæruni.

28. mai verður evnisdagur í Smæruni í Havn. Tá fer Hans Henrik Knoop, professari, at undirvísa í evnunum flow og trivnaði sum mótvekt til skúlaaftran og mistrivnað í fólkaskúlanum. Sambært Hans Henrik Knoop hava vit hópin av álítandi vísindum, ið kann leiða okkum fram til at skapa skúlatilboð, har næmingar trívast og læra, heldur enn at detta niðurímillum. Men skal hetta eydnast, skulu næmingar hava eina innaru kenslu av ikki at kenna seg læstar fastar, og tá er tað umráðandi, at næmingar merkja sjálvsavgerðarrætt.  Sjálvsavgerðarrættur er avgerandi vegur at røkka trivnaði og læring. 

Hans Henrik Knoop hevur sett heiti á evnisdagin at vera ”Fra skolevægring til skoleglæde: Hvordan man kan fremme flow, trivsel og faglighed for alle i skolen”. Sambært Hans Henriki verður evnisdagurin ein blandingur av framløgum, orðaskifti og venjingum.

Atgongumerki til evnisdagin fáast við at skriva ein teldupost til salarfrodi@salarfrodi.fo.

Fyritøkan Sálarfróði skipar fyri tiltakinum.  

Les umrøðu av evnisdegnum og tí, sum fer at verða umrøtt á evnisdegnum, í Skúlablað nr 1, 2024.  

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.