Leys størv

Fyrstilærari í Kvívíkar skúla

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í fólkaskúlanum

Starvið sum fyrstilærari í Kvívíkar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. september 2021 ella skjótast til ber aftaná tað. Í Kvívíkar skúla eru 54 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Fimm lærarar umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Um starvið

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og náms- frøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans og fíggjarstýringini. Høvuðsuppgávurnar eru:

at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning

at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning

at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans

at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd

at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving innan leiðslu

• Harumframt skulu umsøkjarar hava áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Kvívíkar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 16. august 2021.

Umsóknin verður stílað til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279, 110 Tórshavn ella við t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja ella skriva til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044, t-postur: jenny@ummr.fo.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og frítíðarvirksemi. Sí heimasíðu skúlans www.kvivikarskuli.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.