Leys størv

Fyrstilærari í Velbastaðar skúla

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í fólkaskúlanum

Starvið sum fyrstilærari í Velbastaðar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2021.

Í Velbastaðar skúla eru 29 næmingar í 1. - 7. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Fýra lærarar umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Um starvið

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans og fíggjarstýringini.

Høvuðsuppgávurnar eru:

• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning

• at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning

• at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans

• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd

• at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.

Samstarvsskipan í Tórshavnar kommunu

Fyrstlærarin virkar í tøttum samstarvi við mentamáladeildina og trivnaðarfyrisitingina og við aðrar deildir í kommununi eftir tørvi. Skipað samstarv er millum skúlaleiðararnar, har dentur er lagdur á, at skúlaleiðararnir í felag virka fyri at menna skúlaskapin í kommununi. Velbastaðar skúli er eisini partur av tvørgangandi samstarvi við Nólsoyar skúla og Kaldbaks skúla.

Førleikakrøv

• Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærari og starvsroyndir í fólkaskúlanum

• Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving innan leiðslu

• Harumframt skulu umsøkjarar hava áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Velbastaðar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokki 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 22. juni 2021.

Umsóknin verður stílað til: Uttanríkis- og mentamálaráðið Tinghúsvegur 5-7 - Postrúm 3279 110 Tórshavn ella við t-posti: ummr@ummr.fo.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja ella skriva til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044, t-postur: jenny@ummr.fo. Spurningar um skúlaviðurskifti í Tórshavnar kommunu kunnu setast Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðara, tlf. 213923

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita uttanríkismál, undirvísingarmál, mentan og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og frítíðarvirksemi. Sí heimasíðu skúlans vel@skulin.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.