Leys størv

Fyrstilærari í Skopunar skúla

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í fólkaskúlanum

Starvið sum fyrstilærari í Skopunar skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2020. Í Skopunar skúla eru 27 næmingar í 1. - 5. árgangi innskrivaðir næsta skúlaár. Tveir lærarar, umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Um starvið

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans og fíggjarstýringini. Høvuðsuppgávurnar eru:

  • at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
  • at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning
  • at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans  
  • at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
  • at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.

Førleikakrøv

  • Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum fólkaskúlalærarar og starvsroyndir í fólkaskúlanum 
  • Tað er ein fyrimunur at hava leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving innan leiðslu
  • Harumframt skulu umsøkjarar hava áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Skopunar skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 31.2 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi,

C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2020.

Umsóknin verður stílað til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Tinghúsvegur 5-7

Postrúm 3279, 110 Tórshavn

ella við t-posti: ummr@ummr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja ella skriva til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044, t-postur: jenny@ummr.fo.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál, gransking og uttanríkismál. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og frítíðarvirksemi


 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.