Leys størv

Fyrstilærari í Porkeris skúla

Mentamálaráðið sóknast eftir einum dugnaligum leiðara, ið hevur áhuga fyri námsfrøðiligari og fakligari menning og hegni at átaka sær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum

Starvið sum fyrstilærari í Porkeris skúla  verður lýst leyst til setanar frá 1. apríl 2019. Í Porkeris skúla eru 26 næmingar í 1. - 7. árgangi. Tveir lærarar umframt fyrstalæraran starvast í skúlanum.

Um starvið

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans. Høvuðsuppgávurnar eru:

at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
at fremja eina mennandi starvsfólkaleiðslu og virka fyri, at starvsfólk skúlans hava umstøður fyri fakligari menning
at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans 
at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd
at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.
Leiðsluroyndir og skeið ella útbúgving innan leiðslu eru ein fyrimunur

Kann orða seg greitt í skrift og talu á góðum føroyskum máli
áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Porkeris skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkunum 31.2 og 31.3 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 5. mars 2019.

Umsóknin verður stílað til:

Mentamálaráðið

Hoyvíksvegur 72

Postrúm 3279

110  Tórshavn

ella við t-posti: mmr@mmr.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf. 555044.

Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.