Tíðindi

Fyrsti partur av granskingarætlan í rørslu er nú av

Vágs Skúli hevur í 10 vikur verið karmur um verkætlan, har rørsla hevur verið stórur partur av skúlagongdini. Talan er um eina verkætlan, sum Helgi Winther Olsen, ph.d-lesandi, stendur fyri.

17.05.2023

Í einar 10 vikur hevur skúladagurin í Vágs Skúla verið merktur av øðrvísi tímatalvu, har rørsla hevur fylt meira í gerandisdegnum.

Allir næmingarnir hava havt broytta tímatalvu, har teir tríggjar dagar um vikuna hava havt ein skúlatíma, har rørsla hevur verið á skránni.

Í sambandi við verkætlanina Ver Virkin hava nakrir lærarar í Vágs skúla útbúgvið seg í undirvísingarháttinum FIT FIRST, ið er eitt granskingargrundað rørsluátak við venjingum, sum eru tillagaðar rørsluløtum í skúlahøpi. Tað eru granskarar frá Syddansk Universiteti, ið hava ment hetta saman við Danska Ítróttasambandinum og serfrøðingum frá 20 ymiskum ítróttum í Danmark. Rørsluløturnar eru skipaðar um stuttlig, mennandi og rørslukveikjandi spøl, ið loyva øllum næmingum at luttaka og vera saman.

Ofta er vanligt í slíkum førum at hava ein annan part, ið eisini er partur av ætlanini, men sum ikki er virkin. Hetta er fyri at kanna, um munur sæst á pørtunum. Í hesum førinum hevur annar partur verið við í ætlanini, og tað var Tvøroyrar skúli, og møguliga ber so til at endurtaka tiltakið, har partarnir skifta um leiklut.

Tá kunnað á sinni varð um ætlanina í Vágs skúla, løgdu Magni Mohr frá Fróðskarparsetri Føroya og Helgi Winther Olsen, granskari, fram. Helgi Winther Olsen er ph.d-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og hann stendur fyri og skrivar ph.d-ritgerð um ætlanina og úrslitini.

Áðrenn verkætlanin fór í gongd, vórðu ymsar kanningar gjørdar av næmingunum, har t.d. blóðtrýst og annað varð mált, og teir hava eisini í eitt tíðarskeið havt ein mátara festan at kroppinum. Tá verkætlanin endaði, vórðu næmingarnir aftur kannaðir fyri at vita, um munur er á.

Øll hesi úrslit skulu nú skipast, og hetta er stórarbeiði. Tað er Helgi Winther Olsen, ið tekur sær av hesum, og sum nú fer at seta seg at arbeiða við øllum innsavnaðu úrslitunum.

- Enn er ov tíðilga at siga nakað um úrslitini. Nú á síðsta skúladegi fingu vit síðstu mátingarnar til høldar, men okkurt vantar, men tað vil so vera, tá talan er um so stóra verkætlan.

- Áhugavert er, at vit royna at gera eina stóra verkætlan á einum lítlum stað, og nýta Suðuroynna sum for-projekt. Hetta er ein sera mennandi ætlan fyri allar partar. Skúlin hevur roynt nøkur amboð, og vit hava havt høvi at kanna, hvussu hetta hevur riggað, og hetta hevur verið gott samstarv, ið avgjørt er vert at byggja á.

- Vit eiga at tora at nýta kannandi framferðarhátt, og so byggja víðari og tillaga. Nú standa vit við øllum úrslitunum, og nú fara vit at kanna. So sæst, um tillaging skal gerast, ella um hetta er tað.Tað snýr seg um at finna út av, hvussu slíkt átak kann rigga á einum skúla, sigur Helgi Winther Olsen, sum nú fer undir drúgva arbeiðið at kanna øll úrslitini, ið eru í hesi stóru verkætlanini.

Tekstur og mynd: Dagfinn Olsen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.