Tíðindi

Fyrireiking til miðnám eigur at vera eitt tilboð

Vit hoyra ferð eftir ferð ørkymlaðar lærarar gremja seg um, at fleiri næmingar ikki fara at megna útbúgvingina, tí at teir eru so veikir fakliga. Tí áttu teir stóru miðnámsskúlarnir at boðið hesum næmingum eitt fyrireikingarskeið í staðin fyri miðnám. Tað skal ikki vera soleiðis, at næmingarnir søkja, men heldur, at skúlarnir geva næmingunum, sum ikki eru skikkaðir til miðnám enn, eitt tilboð um eitt fyrireikingarár, tí at vit gera hesum næmingum eina bjarnatænastu, um vit taka teir inn á miðnám.

09-09-2021

Talið á næmingum, ið eru farnir á miðnám, er nógv størri nú, enn tað var fyri aldarskiftið 2000. Í 2007 kom Visjón 2015 hjá táverandi landsstýri. Í henni stóð, at 95% av teimum, sum fóru inn á miðnám, skuldu fáa útbúgving. Vinnuhúsið skrivaði í 2006 eina frágreiðing í sambandi við Visjón 2015, har millum annað stóð:

“Mælt verður til, at miðað verður ímóti, at allir tannáringar eftir loknan fólkaskúla fara á miðnámsskúla ella í læru. Samstundis skal viftan av møguleikum hjá ungum vera so breið, at tað eisini verður møguligt hjá teimum minni bókligu næmingunum at nema sær eina útbúgving.”

Hesi bæði dømini vísa, at viljin hjá politiska valdinum og vinnuni hava verið, at ungdómurin skal fara á miðnám. Spurningurin er, um henda stóra fjøldin av ungdómi er til reiðar at fara undir eina yrkisliga ella gymnasiala miðnámsútbúgving upp á antin eitt ella trý ár.

Yrkisnám fyrireiking – eitt tilboð til veikar næmingar

Táverandi stjórin á Føroya Handilsskúla sá, at øll ikki vóru til reiðar at taka FHS- ella HH-útbúgving, og tí beyð skúlin í 2013 út møguleika at taka FHS eftir tveimum árum, og í 2015 beyð skúlin út eitt árs fyrireiking til FHS. Talan var um eitt tilboð til teirra, sum høvdu brúk fyri meiri tíð at nema sær eitt FHS-prógv.

Undirvísingin tók støði í veruleikanum uttan fyri skúlan. Skúlaárið var býtt sundur í 4 høvuðsevni: Samfelag, vinnulív, mentan og eitt evni, sum næmingarnir valdu. Í 2016 fekk útbúgvingin heitið Yrkisnám-fyrireiking, sum vendi sær bæði til næmingar, ið ynsktu at taka eitt fyrireikingarár til FHS ella trý ár á búskaparbreyt.

Ein av styrkjunum við hesi útbúgving var, at næmingarnir ikki skuldu ganga eftir nakrari kunngerð ella námsætlan. Lærarar, ið undirvístu, kendu støðið á C-stigi og løgdu undirvísingina eftir hesum. Tey, sum komu inn, høvdu misjavnar førleikar og avbjóðingar, og tí kundi ein námsætlan vera køvandi. Hóast tímatalvan á Yrkisnámi-fyrireiking var býtt sundur í lærugreinir, varð arbeitt breitt tvørtur um fakmørk, tí at næmingarnir skuldu føla, at skúlin og læring hekk saman. Næmingarnir, sum tóku hetta fyrireikingarárið, høvdu sum heild vánaligar upplivingar av skúlaverkinum, men teir høvdu sum mál at koma á miðnám og seinni fáa sær útbúgving.

Toymið gjørdi saman við leiðsluni av, at næmingarnir ikki skuldu hava karakterir, tí at teir vóru komnir fyri at læra og ikki fyri at verða dømdir –ella fordømdir. Hesir næmingarnir høvdu ikki góðar royndir av karakterskipanini, sum minti teir á, at teir vóru einki uttan nøkur 00- ella 02-tøl. Teir søgdu, at tað var eitt satt frælsi at sleppa undan at verða bukaðir í høvdið við karakterum, tí hetta gekk út yvir sjálvsvirðið. Tað var eisini vælsignað hjá okkum lærarum at hava henda flokkin, tí at vit sluppu frælsir at fáast við tað, sum vit elskaðu, nevniliga at undirvísa. Tað vóru 16 næmingar, ið byrjaðu upp á Yrkisnám-fyrireiking, og tveir góvust. Fleiri teirra fingu seinni miðnámsprógv.

Eitt fyrireikingarár til miðnám

Eftir samanleggingina helt Glasir fram við hesum sama tilboði, sum Føroya Handilsskúli hevði lagt lunnar undir, men skúlaárið 2021/22 verður eingin flokkur, tí at so fá søktu. Tað er einki minni enn ein sorgarleikur, tí tað er stórur tørvur á einum slíkum tilboði. Sum víst er á í greinini “Dreymurin um karakterfría undirvísing”, so sæst, at 98% av teimum, sum søkja inn á miðnám, sleppa inn.

Vit hoyra ferð eftir ferð á toymisfundum á miðnámi ørkymlaðar lærarar gremja seg um, at fleiri næmingar ikki fara at megna útbúgvingina, tí at teir eru so veikir fakliga. Tí áttu teir stóru miðnámsskúlarnir at boðið hesum næmingum eitt fyrireikingarskeið í staðin fyri miðnám. Tað skal ikki vera soleiðis, at næmingarnir søkja, men heldur, at skúlarnir geva næmingunum, sum ikki eru skikkaðir til miðnám enn, eitt tilboð um eitt fyrireikingarár, tí at vit gera hesum næmingum eina bjarnatænastu, um vit taka teir inn á miðnám. Tá ið ein skúli sum Føroya Handilsskúli kundi hava ein flokk við 16 næmingum, áttu teir størru miðnámsskúlarnir at havt tveir ella tríggjar tílíkar flokkar hvør.

Gongdin í grannalondum okkara er, at har taka myndugleikar og skúlaleiðslur ábyrgd og økja um tilboðini at fyrireika næmingar til miðnám, heldur enn at lækka gáttina at koma inn á miðnám. Um vit halda tað vera dýrt at hava hetta tilboð, er svarið, at búskaparligir spurningar ikki bara snúgva seg um, hvat tað kostar, men eisini, hvat vit fáa burtur úr tí, sum tað kostar. Um vit samanbera við serliga skipað miðnám til ung við serligum avbjóðingum, eru næmingarnir, ið áttu at tikið fyrireiking til miðnám, ikki nóg illa fyri til serliga skipað miðnám. Og teir eru samstundis ikki nóg væl fyri at byrja á miðnámi. Lagna teirra er, at eingin felagsskapur er, sum talar teirra søk, og leggur trýst á myndugleikarnar. Teir eiga ongan góðan.

Keldur:

Visjón 2015, Løgmansskrivstovan 2007.

Partur 2 – Gransking Ein frágreiðing í samband við Visjón 2015.

Strategibólkurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.Føroya Handilsskúli 1989-2016 – Eitt 30-ára tíðarskeið.

Grein eftir Tórð Johannesarson í Miðnámsriti nr 22 – lagt út við loyvi


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.