Tíðindi

Frískúlin kann geva fólkaskúlanum íblástur

- Orsøkin til, at tað ikki eru fleiri frí- og privatskúlar í Føroyum, er tí fólkaskúlin hevur gott orð á sær, og tí tað ikki er so stór áeggjan til at skipa frí- og privatskúla

25.09.2018

Í ein ávísan mun kunnu frí- og privatskúlar geva fólkaskúlanum íblástur og íkast, serliga um teir hava serliga námsfrøðiliga stevnu og leggja dent á øki, ið ikki eru so vanlig í fólkaskúlanum. Tað fer kortini ikki at verða sum í Danmark, at frí- og privatskúlarnir fara at vinna so nógv fram, at fimti hvør næmingur velur frí- ella privatskúlan fram um fólkaskúlan. Tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags. Útsøgnina grundar hann á, at fólkaskúlin í Føroyum sum heild hevur gott orð á sær, og at tað ikki ber til at samanbera Føroyar og rákið í Danmark, sum er orsøkin til tilgongdina til frí- og privatskúlan.

- Frí- og privatskúlarnir í Danmark hava stóra viðgongd, tí tað hevur verið so nógv rumbul á fólkaskúlaøkinum í kjalarvørrinum av ódámliga læraraverkbanninum í 2013 og illa umhugsaðu fólkaskúlanýskipanini, sum varð sett í verk 1. august 2014. Somuleiðis er stór misnøgd millum fólk um, at nógvir smærri skúlar í nærumhvørvinum eru lagdir niður. Sama rumblið hava vit ikki sæð í Føroyum. Umframt er heldur ikki næmingagrundarlag fyri at seta stórt tal av frí- ella privatskúla á stovn í Føroyum, og so hava vit heldur ikki sum í Danmark eins drúgva siðvenju við frí- og privatskúlum.

Formaðurin í danska Lærarafelagnum ávarar móti gongdini. Tá 25 % av øllum næmingunum ganga í frí- ella privatskúla, so hava vit ikki longur ein fólkaskúla, sigur hann. Vit nærkast talinum, tí í ár ganga 20 % av næmingunum í frí- ella privatskúla, samanborið við 17 % í fjør.

- Tað er ein óhugnaligur tanki, at tilgongdin til fólkaskúlan minkar í stórum, tí fólkaskúlin er so ógvuliga týðandi í einum fólkaræðisligum samfelag. Her á landi halda vit somuleiðis fast við fólkaskúlahugsanina. Í ískoytinum til løgmansrøðuna 2018 sigur løgmaður: Eitt høgt útbúgvingarstøði er tað, sum ger, at vit í Norðurlondum eru fremst í heiminum á nærum øllum økjum. Ein orsøk er okkara søguliga siðvenja við ókeypis fólkaskúla til allar borgarar. Fólkaskúlin er demokratiski hornasteinurin, har vit longu sum børn møta fólki úr øllum samfelagsløgum, og har vit læra at rúma og virða, at vit øll eru ymisk.

Í grein í komandi Skúlablað sigur Rakel Helmsdal, ið er mamma at tveimum børnum í frískúla, at frískúlin í hennara føri er eitt frával av fólkaskúlanum. Hon heldur ikki, at fólkaskúlin dugir nóg væl at síggja næmingar, sum hava lætt við at læra, eru friðarligir og tørvar eyka avbjóðingar. Avleiðingin av vantandi avbjóðingum, sigur hon, er, at børnini keða seg øll skúlaárini. Hon vísir eisini á, at tað eru fleiri lærarar um børnini í frískúlunum, og skapandi lærugreinirnar verða hægri raðfestar.

- Tað er ein erlig søk ikki at hava álit á fólkaskúlanum. Eru flokkarnir stórir, má lærarin altíð gera upp við seg sjálvan, hvat hann raðfestir, og hvønn hann raðfestir. Ein útbygd tvílæraraskipan kundi loyst slíkar avbjóðingar. Næmingar við avbjóðingum fáa mangan meiri læraratíð enn næmingar, sum eru friðarligir. Allir lærarar kenna seg aftur í at hava friðarligar næmingar, sum duga tað, teir skulu. Tað er sjálvandi ikki í lagi at keða teg í skúlanum, tí tú ikki fært nøktandi avbjóðingar; karmarnir í fólkaskúlanum áttu at veri betri, bæði hjá næmingum, sum hava serligan tørv, eru friðarligir, hava ilt ella lætt við at læra. Men tilfeingið er avmarkað.

Í Føroyum ganga hetta skúlaárið 7034 næmingar í fólka- og frískúla; 2,5 prosent í frískúla; skúlaárið 2017/2018 gingu 2,4 prosent í frískúla av samlaða talinum, í 2016/2017 var talið 2,6 prosent, í 2015/2016 og 2014/2015 var talið 1,7 prosent. Hóast ein lítlan vøkstur hesi fimm árini er langt frá talan um somu gongd sum í Danmark. Í Føroyum eru tríggir frískúlar; Frískúlin í Havn, sum heldur til á Velbastað, Lítliskúli í Havn og Frískúlin Keldan í Skálafirði.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.