Tíðindi

Fremmandamál skulu fáa hægri raðfesting

- Vit hava nøkur alment dannandi virði í okkara skúlaskipan, sum vit skulu ansa eftir ikki at gera okkum inn á, og tað er til dømis tað at læra mál, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna

15.09.2017

Hvørja stevnu skulu vit hava viðvíkjandi fremmandamálum í fólkaskúlanum? Hvussu nógv fremmandamál skulu næmingar læra? Skulu fremmandamálini verða vallærugreinir, ella skulu tey vera kravdar lærugreinir? Kjakið um, hvussu nógv fremmandamál vit skulu hava í fólkaskúlanum er kyknað av nýggjum.
- Tað er eingin ivi um, at tað hevur týdning at læra mál, nógv mál og fjølbroytt mál; eftir míni sannføring læra børn ongantíð ov nógv mál; tey kunnu læra óavmarkað, og tey kunnu læra tíðliga. Spurningurin er bara, hvussu vit skipa skúlan, soleiðis at børnini læra mál, heldur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

Í kjakinum hevur verið sagt, at gamla skipanin, har týskt gav atgongd til hugmyndabreytina á miðnámi, var ein betri skipan og eigur at verða sett í gildi aftur; um hetta er rætta leiðin at fara er landsstýriskvinnan ikki sannførd um.
- Um tað er rætt, at næmingar verða tvingaðir at læra eitt ávíst mál, sum teir kanska ikki eru motiverðir til, so ivist eg. Í staðin er kanska betri, at vit bjóða út fleiri mál, sum næmingarnir kunnu velja millum. Stendur tað á hjá onkrum skúla at skipa flokk við týskum ella øðrum máli, tí næmingagrundarlagið er so lítið, so kundu teir samstarvað við aðrar skúlar í økinum, so til ber at bjóða fleiri mál út.
Tað kann vera eitt vandamál, at alt verður frítt, tað vil siga upp til næmingarnar at velja til og frá, tí næmingarnir vita ikki, hvat teir og samfelagið hevur gott av. Vit liva í eini tíð, har alt skal hava eitt aktuelt nyttuvirði, og tí er kanska ilt at síggja virði í málundirvísing her og nú; men alt skal ikki gerast upp í nyttuvirði. Vit hava nøkur alment dannandi virði í okkara skúlaskipan, sum geva okkum førleikar at virka sum samfelags- og heimsborgarar, og vit skulu ansa eftir ikki at gera okkum inn á hendan førning, og tað er til dømis tað at læra mál.

Lærarar í fólkaskúlanum og lærarar í miðnámi hava víst á, at fremmandamálførleikin er viknandi, og at fleiri og fleiri næmingar velja fremmandamál frá; í útvarpssending í farnu viku segði Hanna Jensen, løgtingskvinna, at bara 43 næmingar í øllum fólkaskúlunum kring landið hava valt týskt í hesum skúlaárinum. Ivaleyst eru fleiri orsøkir til, at so er vorðið.
- Í allari skúlaskipanini hevur hugmyndafrøðin verið við sviðusoð; ikki bara verið í Føroyum, men í øllum vesturheiminum. Tey, ið hava arbeitt við og stríðst fyri teimum hugmyndafrøðiligu lærugreinunum, mugu í dag stríðast eitt sindur meiri fyri at verða hoyrd. Tað er ikki longur sjálvsagt, at skúlin byggir á tær alment dannandi lærugreinirnar, sigur Rigmor Dam.

Hóast rópað verður varskó í fólkaskúlanum og miðnámi, og nógv eru fyri, eisini á Løgtingi, at fremmandamál verða raðfest hægri í allari skúlaskipanini, hevur landsstýriskvinnan ongar ætlanir um eina stóra fólkaskúlanýskipan; heldur verður talan um tillagingar og dagføringar. Hetta arbeiðið er byrjað í einum tvørpolitiskum arbeiðsbólki, og í heyst verður aðalorðaskifti um fólkaskúlan í tinginum. Í mars verða broytingar í fólkaskúlalógini so lagdar fyri tingið.
- Vit hava sett í samgonguskjalið, at vit skulu endurskoða, hvussu lærugreina- og tímasamansetingin eru sett saman. Eg síggi fyri mær, at vit kunnu gera ein nógv betri skúla, har vit loysa upp fyri einum øðrvísi skipan, bæði av lærugreina- og tímabýtinum. Okkara samfelag er so væl ment tøkniliga, og vit eru í samskifti og sambandi við fólk kring alla verðina, at tað kann væl hugsast, at vit kunnu læra í mál á ein heilt annan hátt enn vit eru von við.
- Á miðnámsskúlaøkinum endurskoða vit breytarskipanina og yrkisútbúgvingarøkið; tá ið alt hetta arbeiðið er liðugt, fara ivaleyst at koma fleiri tilmæli, sum fara at gera, at fremmandamálini fáa hægri raðfesting. Vit vita, at nógvir politikarar eru fyri, at málini fáa hægri raðfesting, so ivaleyst verður tað so.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.