Tíðindi

Freistin fyri Veðurlagsvirðislønini nærkast

Freistin at senda umsókn inn til fyrstu veðurlagsvirðislønina hjá Lærarafelagnum er týsdagin 2. juni.

20.05.2020

Arbeiðir skúlin, tú arbeiðir á, ella onkur flokkur ella deild við eini verkætlan, sum tekur støði í veðurlagnum, hava tit eitt høvi at varpa ljós á verkætlanina við senda umsókn inn til fyrstu veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. Lærarafelagið er kunnað um skúlar, sum hava arbeitt við og arbeiða við at eggja børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, og sum ætla at senda umsókn inn. Lærarafelagið vónar, at nógvar umsóknir koma.

Upprunaliga var freistin at senda umsókn 20. apríl, og vinnararnir skuldu kjósast á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum 2. mai, men bæði umsóknarfreist og aðalfundur eru útsett orsakað av korunu. Aðalfundurin hjá Lærarafelagnum verður ætlandi 20. juni, og tá verður vinnarin av fyrstu veðurlagsvirðislønini kosin.

Kravið til vinnaran er, at hann skarar framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum. Allir fólkaskúlar og frískúlar, sum hava virkað fyri burðardygd og arbeitt við veðurlagsavbjóðingum, kunnu søkja um Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags. Tað kann vera allur skúlin, ein deild, ein flokkur ella ein bólkur, ið hevur arbeitt við evninum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og har afturat 25.000 krónur. Peningurin skal í mestan mun fara til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Ovast á høgru síðu á heimsíðunum www.skulabladid.fo og www.lararafelag.fo fært tú alla ta kunning, tær tørvar.

http://www.skulabladid.fo/veðurlagsvirðisløn-2

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.