Tíðindi

Framvegis ov nógv tíðaravmarkað størv

Nevndin í Føroya Lærarafelag hevur í nógv ár víst á, at lærarar eiga at fáa tryggari setanarviðurskifti. Til skúlaárið, sum nú er, 2023/2024, var søkt eftir 99 tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlunum og 51 føstum størvum. Tað eru alt ov nógv, heldur Lærarfelagið.

08.05.2024

Orsøkin til, at hesin afturvendandi trupulleikin ikki er loystur enn, er fyri ein part játtanarskipanin til skúlarnar og tí, at hvør skúli er egið setanarøki.

- Tað fara altíð at vera nøkur tíðaravmarkað størv fyri teir lærarar, ið eru í farloyvi. Hetta skúlaárið eru 34 lærarar og skúlaleiðarar í farloyvi. Tað rættvísger ikki stóra talið á tíðaravmarkaðum størvum. Vit rokna við batum, tí bæði núverandi og undanfarnir landsstýrismenn í skúlamálum hava sagt, at teir vilja arbeiða fyri, at tað verða fleiri føst størv og harvið eisini færri tíðaravmarkað størv. Aftrat tí hava vit fingið ásett í protokollatið í seinastu semjuni millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið, at fleiri lærarar skulu hava tryggari setan, sigur Lærarafelagið.

Tað er Undirvísingarstýrið, sum boðar skúlunum frá, hvussu nógv føst størv og tíðaravmarkað størv, ið skúlarnir kunnu søkja eftir, tí tey sita við játtanini til skúlarnar. Undirvísingarstýrið hevur sagt seg vera sinnað at gera tillagingar, so at skúlin kann lýsa eftir færri tíðaravmarkaðum størvum til komandi skúlaár.

- Lærarafelagið er í sambandi við umboð fyri Undirvísingarstýrið um hesi viðurskifti, nú protokollat í semjuni ásetti, at fleiri skulu setast í fast starv og færri í tíðaravmarkað starv. Vit fylgja væl við, og skúlarnir fáa tímajáttanin um ikki so langa tíð, so fáa vit at síggja, hvussu nógv føst størv, og hvussu nógv tíðaravmarkað størv verða sett í fólkaskúlanum komandi skúlaár.

Í mars í fjør segði landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, at frymilin, sum skúlar fáa tímar eftir, fer at verða endurskoðaður. Hann segði:

- Grundleggjandi haldi eg ikki, at skipanin er nóg góð, tá eitt næmingatal, sum er fimm næmingar meiri ella minni, skal vera avgerandi fyri, um ein lærari fær starv ella ikki. Heldur hinvegin eiga vit at hugsa, at leiðslan eigur at hava gott rásarúm, og tað er eisini tað, leiðslurnar vilja hava fyri at kunna ráðleggja. Hevur ein skúli eitt árið fleiri tímar, enn tímajáttanarskipanin leggur upp til, so koma hesir tímarnir næmingunum og lærarunum til góðar so ella so. Skuldi tað víst seg, at næmingatalið í einum skúla minkar eftir eitt tíðarskeið, so eigur tímatalið sjálvandi at verða tillagað, men ikki fyrst í einum skúlaári, tí hetta kann hava so stórar avleiðingar fyri, hvørt tú kanst seta ein lærara ella ikki. Tað er hvørki nøktandi ella rímiligt, at lærarar í so stórum tali skulu hava so ótrygg setanarviðurskifti; tað kann elva til ótta og strongd, so eg eri avgjørt opin fyri at hyggja nærri at hesum og gera ábøtur.

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.