Tíðindi

Forskúli – ein gongd leið

Hyggja vit at kunngerðini um forskúla, sum varð sett í verk í skúlaárinum 2013/14, stendur greitt, at virksemið í forskúlanum skal tryggja, at børnini uppliva læritilgongd, har tað er eitt samspæl ímillum læring og spæl. Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

19.08.2022

Í eina tíð hevur verið kjakast um forskúlatilboð. Fleiri og fleiri skúlar hava sett forskúlar á stovn, og enn fleiri skúlar eru eisini farnir at fyrireika seg til at lata forskúlar upp.

Hugsanirnar um forskúlatilboðið eru ymiskar. Fleiri seta spurnartekn við, hvørt tað er rætt at melda børnini til forskúlar, og onnur eru, ið halda, at forskúlatilboðið er ein sjálvfylgja. Í botn og grund snýr tað seg um, hvat einstøku foreldrini meta vera rætt fyri barn sítt.

Eftir at hava starvast í forskúla seinastu árini er tað eingin ivi hjá mær um, at forskúli er rætta tilboðið at bjóða børnum, áðrenn tey fara í skúla. Hetta sigi eg, tí eg haldi, at tað einans eru fyrimunir við forskúlatilboðnum.

Hyggja vit fyrst at teimum, ið tala ímóti forskúlum, er ein av høvuðsgrundgevingunum, at tey meta, at forskúlin er við til at taka løturnar, tá barnið spælir, frá tí. Umframt tað, so eru tey bangin fyri, at tað verður ein ov skúlakendur gerandisdagur fyri hesi smáu børnini, har tey skulu sita niðri allan dagin. Men er forskúlatilboðið tað, ið verður lýst omanfyri?

Hyggja vit at kunngerðini um forskúla, sum varð sett í verk í skúlaárinum 2013/14, stendur greitt, at virksemið í forskúlanum skal tryggja, at børnini uppliva læritilgongd, har tað er eitt samspæl ímillum læring og spæl, og tað er ein týðandi partur, at spæl er partur av læritilgongdini. Har stendur eisini, at vit altíð skulu taka støði í einstaka barninum – í teimum førleikunum, vitanini og royndunum, sum børnini hava ognað sær heima og á stovninum, har tey koma frá.

Við hesi kunngerð er tað greitt, at børnini ikki missa spælið, og tey ganga ikki í skúla eitt ár longur enn hini. Tað er ein orsøk til, at hetta tilboðið verður rópt forskúli, tí hetta er ikki fólkaskúli.

Tað er eingin ivi um, at hesi 6 ára gomlu børnini eru í einum menningarstigi, har tað er forvitni, ið fyllir mest. Tey eru forvitnin eftir at vita meiri um bókstavir, orð og tøl er stórt, og tað, at tey seta spurnartekn við nógv. Í slíkum føri er tað ein fyrimunur fyri børnini, at tey verða loftað av einum lærara, ið veit, hvussu hetta forvitni í hesum aldrinum best verður loftað.

Orsøkin til, at eg síggi forskúla sum eina gongda leið fyri føroyska fólkaskúlan er einføld. Tí í forskúlanum verður arbeitt fram ímóti, at børnini gerast klár til 1. flokk. Hetta er ein tilvenjing til at skula ganga í skúla.

Í forskúlanum hava tey floksfelagarnar, sum eru á sama aldri, sum tey sjálv eru, sum tey kunnu spegla sær í. Umframt at hava floksfelagarnar at spegla sær í, so spegla tey sær í eldru næmingunum, sum eru í skúlanum. At spegla sær í næmingum, ið eru eldri, er sunn spegling. Spegling, sum mennir og búnar barnið.

Stigið úr barnagarði beinleiðis í 1. flokk er eitt stórt stig at taka. Tá fara tey beint frá tilveruni á stovni, har spæl fyllir tann størsta partin, til at skula sita still á einum stóli og taka ímóti undirvísing.

Tá fara tey samstundis frá at vera í einum lítlum bólki, har tað er góð normering, til at vera í einum flokki, har tað er ein lærari til hvørji 25 børn. Eisini nýtist læraranum ikki at brúka langa tíð upp á at læra næmingarnar at ganga í skúla. Tískil ber til at fara í gongd við at undirvísa fyrr í skúlaárinum.

Teir næmingarnir, sum kenna seg ótryggar til hetta stóra stigið, brúka ofta rúma tíð til at kenna seg tryggar í umhvørvinum. Næmingar, sum illa megna broytingar og eru ótryggir, fáa lættari hjálp í forskúlanum, enn teir fáa í 1. flokki. Tí tá tey fara í 1. flokk, kenna tey skúlan, reglur, floksfelagar og hava heilsað upp á sínar komandi lærarar. Við normeringini, sum er í forskúlanum, er tíð og møguleiki at taka sær av júst hesum avbjóðingunum.

Umframt, at næmingarnir kenna flokkin, so lærir skúlin eisini børnini at kenna. Við tað, at skúlin lærir næmingarnar at kenna, er tað munandi lættari eitt nú at fáa veitt ta hjálp frá førleikastovuni, um eitthvørt er áfatt.

Við forskúlanum verður skiftið úr dagstovni í fólkaskúla smidligt, hetta tænir næminginum, foreldrunum og skúlanum.

Sjónarmið í Skúlablað nr 4, 2022, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.