Tíðindi

Forskúlin í Eysturskúlanum útsettur eitt ár

Eftir ætlan skuldi Eysturskúlin í Havn fara undir forskúla frá komandi skúlaári; ætlanin er skotin út eitt skúlaár

22.03.2022

Gongst eftir ætlan hava foreldur í Havn møguleika at melda børn síni inn í forskúla í Eysturskúlanum í Havn frá skúlaárinum 2023-2024. Pláss verður fyri tveimum flokkum við í alt 48 børnum.

Eysturskúlin hevur tikið fyrstu stigini til forskúla og lýst forskúlan væl, men loyvi frá kommununi og fígging komu so mikið seint upp á pláss, at innskrivingin til komandi skúlaár var latin aftur, tá ið skúlin lýsti við forskúlanum. Av hesi orsøk vóru ov fá børn meldað í forskúla, og tí er avgerð tikin um at bíða eitt ár. Tað kom ikki óvart á Eyðnu Magnussen, skúlastjóra, at ætlanin mátti skjótast út eitt ár.

- Slíkt skal lýsast í góðari tíð, og foreldur hava brúk fyri at hugsa seg væl um. Hjá nógvum er tað ikki ein løtt avgerð at melda barnið í forskúla. Tað ger seg eisini galdandi, at siðvenja ikki hevur verið fyri forskúla í hesum partinum av býnum, har Eysturskúlin er; her eru góðir stovnar, sum hava gott tilboð til tey 6 ára gomlu. Nú er ætlanin útsett, og tað gevur okkum betri tíð at arbeiða meiri við ætlanini. Vit hava gjørt grundleggjandi arbeiðið at lýsa forskúlan; nú leggja vit upp til samstarv við stovnarnar í økinum, soleiðis at teir eisini kunna fáa ávirkan, sigur hon.

Forskúlin í Eysturskúlanum fer at taka støði í virðisgrundarlagnum hjá skúlanum sjálvum, har stórur dentur verður lagdur á náttúruna, umhvørvið rundan um og útilív. Forskúlin verður lutvíst útiforskúli. Skúlin hevur góðar umstøður at hava forskúla, bæði inni og úti, sigur skúlastjórin.

- Vit hava kagað til Danmarkar og Noregs eftir íblástri til, hvussu tey skipa forskúla, sum vit hava hugsað hann, við støði í náttúruni og náttúruvísindum. Hetta verður sjálvsagt ein skúli, har vit taka støði í einstaka barninum, har tað skúlafakliga fyllir minst; tað leggur kunngerðin um forskúla eisini upp til. Okkum dámar væl skipanina, sum er á Toftum, Jól-til-jól, sum er samstarv millum skúla og stovnin. Vit hava eisini umhugsað innskriving til forskúlan tvær ferðir um árið, soleiðis at ein flokkur byrjar á sumri og ein á vetri.

Í heyst er ætlanin, at forskúlatilboðið í Eysturskúlanum verður boðið út, soleiðis at foreldur hava góða tíð at umhugsa tilmeldingina, áðrenn innskrivingin verður í januar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.