Tíðindi

Foreldur vita ikki, hvat barnaverndin væntar av teimum

Familjur, sum koma í samband við barnaverndina, møta krøvum, sum eru ómøgulig at eftirlíka, heldur granskari.

20.05.2021

Lena Catherine Lossius Westby hevur í doktararitgerð síni kannað, hvørjar royndir foreldur, sum í eitt langt tíðarbil eru í sambandi við barnaverndina, hava. Síðan hevur hon gjørt samrøðu við tíggju mammur og ein pápa. Foreldrini møta í samskiftinum við barnaverndina virðum, tey ikki kenna. Tey verða vigað og mett út frá samfelagsvirðum, sum tey ikki neyðturviliga taka undir við ella skilja. Yrkisførleikin og virðisgrundarlagið hjá teimum, sum arbeiða í barnaverndum, eru eyðkend av tí akademiskum førleika.

– Foreldrini hava hvørki fíggjarligan, sosialan ella mentanarligan kapital at ganga krøvunum, sum barnaverndin setir teimum, á møti, tá ið talan er um at tað at vera foreldur. Tí verða tey mett ikki at verða nóg góð foreldur í eygunum á teimum, sum arbeiða í barnaverndini, sigur granskarin við Háskúlan.

Hon heldur, at málsviðgerarnir duga ikki nóg væl at síggja alla heildarmyndina av tí, sum elvir til trupulleikar í familjunum, ið koma undir barnavernd.

Liva í fátækdømi

Nógvar av familjunum, sum eru í sambandi við barnavernd, hava varandi lága inntøku. Nógv foreldur eru einligir forsyrgjarar. Hetta er umráðandi viðurskifti, sum barnaverndirnar ikki gáa nóg væl um, heldur Westby.

– Barnaverndin varpar ljós á samspæl og tilknýti millum børn og vaksin, meðan viðurskifti so sum tey sosialu og fíggjarligu standa í skugganum. Livikor hava stóran týdning fyri, hvussu familjurnar hava tað. Tað er nógv meiri strongd í familjum, har tað er ein kampur at fáa alt at bera til fíggjarliga, har tað eru ógoldnar rokningar, vánalig bústaðarviðurskifti, og har børnini ikki sleppa at ganga til tey ítrivini í frítíðini, tey vilja. Skalt tú hjálpa familjunum, eigur tað fyrsta at vera, at tú rudda hesar forðingarnar av borðinum, sigur hon.

Tiltøk at hjálpa familjunum fíggjarliga eru bíligari samanborið við størri tiltøk og átøk, leggur granskarin aftrat. Hon undirstrikar, at hetta er ikki galdandi fyri øll, sum eru í sambandi við barnaverndina. Trupulleikarnir eru aðrir, tá ið talan er um familjur, har harðskapur, ágangur og rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsla fer fram.

Lítið samskifti

Eitt annað, ið kann elva til strongd hjá foreldrum, sum er í sambandi við barnaverndina, er ótryggleiki, tá ið talan er um, hvussu barnaverndirnar málsviðgera, og hvørjar leiðreglur tær hava.  

– Tá ið familjurnar ikki vita, hvat verður mett at vera gott, eru tey í støðugum ótta fyri at gera mistøk, og at barnaverndin finnur onkra orsøk at taka stig, teimum ikki dámar ella taka undir við, eitt nú at noyða okkurt oman yvir familjurnar, sigur Westby.

Foreldrini kenna seg at vera undir eftirliti, og tey vita ikki, hvat tey skulu ansa eftir.

Relasjónin og samskiftið millum foreldur og málsviðgerar er avgerandi fyri, hvussu foreldur taka ímóti hjálp til børnini og familjuna, skrivar Westby í serritgerð sína.

Kanningin vísir eisini, at barnaverndarmál, har foreldrini eru virkin og og saman við barnaverndini finna loysnir og taka avgerðir, eru lættari at hava við at gera, og hesi foreldrini lata betur at sambandinum við barnaverndina. Fleiri av teimum ellivu foreldrunum, sum Westby tosar við, siga frá søgum um barnavernd frá sínum egnu barnaárum. Søgur um ágang kunnu gera samstarvið verri.

Tørvar orðaskifti og broytingar

Westby hevur arbeitt í barnaverndini í nógv ár, og hon heldur, at tørvur er á broytingum í praksis og í førleikamenningini av teimum, sum arbeiða í barnaverndini.

– Eg sóknist eftir einum fakligum orðaskifti um, hvat er “nóg gott”, sigur hon.

Lena Catherine Lossius Westby heldur, at trupulleikarnir í samspælinum millum málsviðgerar og foreldur kunnu taka beinini undan umsorganarskipanini, og tað ger viðurskiftini hjá børnunum upp aftur verri.

Barnaverndin: Kennir atfinningarnar

Kai Agnar Finsnes, stjóri í barnaverndartænastuni í Noregi, sigur, at barnaverndin er kunnug við fleiri av teimum punktunum, sum Westby vísir á.

Hann er samdur við henni í, at vánalig fíggjarlig viðurskifti kunnu vera orsøkin til trupulleikar í familjum; men hann heldur fast við, at barnaverndin varpar altíð ljós á børnini.

Barnaverndartænastan er farin undir førleikamenning, sum skal gera tey, sum arbeiða í barnaverndini, betur før fyri at byggja upp relasjónir og at møta fólki, sum hava eina aðra bakgrund enn tey hava.

– Tað snýr seg um sensitivitet og at skapa samavgerðir, har familjurnar kenna seg tryggar. Tað er grundleggjandi fortreyt fyri góðum barnaverndararbeiði. Hetta er ein stór avbjóðing, ikki minst tá ið talan er um, at stórur partur av teimum, sum barnaverndin hevur undir sær, eru fólk úr minnilutabólkum. Ymiskar mentanir elva til eyka stór krøv fyri at skapa gott samspæl. Men eisini aðrir mentanarmunir kunnu elva til avbjóðingar.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.