Bloggur

Flúgv, fagri, vísi fuglur

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri, bloggar

02.06.2020

Summarið nærkast, ja, ein serstøk tíð upp á nógvar mátar fyri allar lærarar. Summarið boðar okkum frá, at næmingarnir eru sum fuglar, ið royna at finna sær flogið. Tey læra seg nú at flúgva, og eftir fólkaskúlan er fyrsta royndin at kasta seg út av eggini og royna seg - uttan hjálp frá okkum lærarum, ið tey hava lært at kenna seinastu 9 árini.

Nú er eisini tíðin, tá vit taka saman um árið, ið farið er. Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl. Hvat skal broytast til komandi skúlaár?

Ikki bara fólkaskúlanæmingarnir skulu nú út at finna flogið. Eisini tey læraralesandi. Tey eru nú í holt við at leggja síðstu hond á endaligu uppgávuna. Framman stavn stendur ein spennandi og lærurík tíð. Mitt í øllum hurlivasanum skal umsóknin skrivast. Øll vilja tryggja sær starv, men ivastamt er - aftur í ár - um starv er til allar nýútbúnar lærarar.

Tað eru tó ikki bara nýútbúnu lærararnir, ið sita við summarfuglum í búkinum.
Eisini lærarar, ið hava verið í tíðaravmarkaðum starvi, sita spentir og bíða eftir svari frá leiðslunum. Tankarnir og spurningarnir viðvíkjandi umsóknum og setanum eru nógvir. Tankarnir sveima, og tað er hopleyst at halda teimum aftur - tí støðan hjá einum lærara við tíðaravmarkaðum starvi er ikki nøktandi. Tað er ikki í lagi, at ein lærari skal ganga ár eftir ár og ikki vita, um viðkomandi er keyptur ella seldur. Ein smidlig skipan má gerast, so øll kunnu kenna seg trygg í støðuni, og so øll fáa møguleikan at standa á lærarapallinum og royna seg av.

Vit lærarar, við føstum starvi, vit eru spent at vita, hvat tímatalva okkara hevur at bjóða komandi skúlaár og hvørji floksstig, vit enda við at undirvísa.

Eg veit, at okkurt nýtt er mær í væntu. Tað er við sorgblídni, at eg sigi farvæl við mín 9. flokk. Flokkin, eg gleddi meg at føra upp til próvtøku, men so kom korona.

Eg kenni meg hepnan at hava fylgt hesum skilagóðu, djørvu og til tíðir rokaligu tannáringunum seinastu trý árini. Eg havi lært eina rúgvu, og eg vóni, at tey tað sama. Fyri meg er hetta tó ikki eitt ”farvæl,” hetta er meir eitt ”vit síggjast”. Eg gleði meg at hitta tey aftur um nøkur ár, og tá hoyra tey fortelja, hvat ”flogið” hevur boðið teimum. Hvørjum tey hava møtt á ferð síni. Hvat tey hava upplivað, hvar tey hava ferðast og ikki minst at frætta, hvørjum palli, tey endaðu á. Tey eru ikki bara mínir næmingar nú. Tey vera altíð mínir næmingar - óansæð nær í lívinum, eg møti teimum aftur.

Starvsfelagar á einum skúla eru ikki bert starvsfelagar. Teir eru tínir vinir, ið tú kann leita til, tá tú hevur tørv á tí. Tískil er spenningurin eisini stórur, hvussu starvsfólkahópurin kemur at síggja út, og hvussu títt toymi kemur at síggja út komandi árið.

Gott toymissamstarv hevur alt at siga. Um flokkurin hevur eitt toymi, ið riggar væl, so kemur flokkurin, í allar flestu førum, at rigga væl. Næmingarnir speglast í toymissamstarvinum. Við góða toymissamstarvinum latast eisini hurðar til fjølbroytta, áhugaverda, góða, stuttliga, tvørfakliga undirvísing upp. Eg havi verið heppin míni trý ár sum lærari. Vit í toyminum hava øll verið líka fjølbroytt og hava samstarvað avbera væl, tí hevur tað verið møguligt at tikið lut í ymsum kappingum, havt temaundirvísing, tvørfloksliga undirvísing og eisini givið næmingunum møguleikan at blóma á tí palli, tey eru sterkast. Næmingarnir hava upplivað ”succesupplivingar,” tey hava skorið ígjøgnum og fingið víst okkum øllum tað, tey eru best til. Tað veri seg innan fyri lærugreinir, tónleik, sjónleik, tað handaliga, tað tekniska og á sosiala pallinum. Eg eri glaður fyri at kunna hyggja aftur á árini, ið farin eru og vita, at øll hava átt sína løtu, nú tey læra seg at finna flogið og eru á veg á út av eggini.

Góðu lærarar, njótið summarferiuna og løðið battaríið upp til eitt spennandi komandi skúlaár :-)


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.