Tíðindi

Flokslærarin fer at verða raðfestur

Hvussu skipanin verður, er ov tíðliga at siga enn, men tað er frammarlaga í ætlanum hjá landsstýrismanninum at bøta munandi um umstøðurnar hjá flokslærarum

22.03.2023

Í samgonguskjalinum stendur, at flokslærarin verður raðfestur. Arbeiðsbólkur hevur viðgjørt spurningin saman við øðrum spurningum í sambandi við, at fólkaskúlalógin verður endurskoðað, og fyrr enn tilmælið frá arbeiðsbólkinum er komið, bíðar landsstýrismaðurin at gera av, júst hvat eigur at verða gjørt.

- Eg eri spentur at síggja, hvørji tilmælini vera, og hvat vit kunnu seta í verk. Sjálvsagt fari eg at taka støðu út frá tí, sum mælt verður til, men tá ið avtornar snýr nógv seg um pengar. Tað skal tó eingin ivi vera um, at betri umstøður til flokslæraran fær høga raðfesting. Vit hava sett í samgonguskjalið, at ymisk øki í fólkaskúlanum skulu raðfestast hægri. Tí fer tað eisini at vera mítt krav, at pengar fylgja við í komandi fíggjarlógum, og sjálvsagt skulu teir brúkast skynsamt. Har stendur flokslærarin frammarlaga, sigur Djóni N. Joensen.

Fleiri hava eisini víst á týdningin av flokslæraranum, m.a. er eitt tilmæli í “Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028”, at flokslærarin fær meira tíð til sítt arbeiði, og at hann fær ment førleikarnar at vera flokslærari. Skipanin er greið, fólkaskúlalógin ásetur, at ein flokslærari verður settur til hvønn flokk, og kunngerðin um flokslærarin ásetur, hvørja ábyrgd flokslærarin hevur, men tíðin flokslærarin hevur til sítt arbeiði røkkur ikki til allar uppgávurnar. Arbeiðið hjá flokslæraranum er munandi økt, við at tað eru fleiri næmingar, sum hava tað trupult. Frágreiðingar skulu skrivast, útgreiningarfrymlar skulu fyllast út, og boð eru eftir flokslæraranum at møta á alskyns fundum.

- Tað er eingin ivi um, at flokslærarin hevur ein stóran og týðandi leiklut, tá ið talan er um at skapa trivnað, samansjóðing og fakliga menning hjá hvørjum einstøkum næmingi. Hann er eisini bindiliðið, tá ið talan er um samstarv við flokstoymið, foreldur, leiðslu og annað. Tí eiga vit at hyggja nærri at, hvussu vit kunnu styrkja henda leiklutin.

Landsstýrismaðurin sigur, at ein máti er, at flokslærarin fær størri niðurskurð til at røkka tað, sum ikki er undirvísing. Annar máti er at styrkja tvílæraraskipanina, soleiðis at tað eru fleiri lærarar um børnini í undirvísingini. Uppaftur ein annar er co-teaching, har tveir javnsettir lærarar skipa, leggja til rættis og taka sær av undirvísingini.

- Her eru nógv viðurskifti, sum eiga at verða viðgjørd væl og virðiliga, tí tað er heldur eingin loysn, at flokslærarin fyrst og fremst er umsitingarleiðari í einum flokki og undirvísir lítið. Tað gagnar heldur ikki næmingunum.

Ein liður í at styrkja flokslæraran er at geva honum høvi at eftirútbúgva seg. Ætlanin er at hava ein útbúgvingardepil, sum væntandi verður staðsettur á Fróðskaparsetrinum.

- Vit síggja fyri okkum bæði longri og styttri skeið. Ein royndarverkætlan hevur verið í  Skúlanum á Fløtum, har lærarar fáa supervisjón og íblástur til flokslæraraarbeiðið. Ætlanin er at styrkja eftirbúgvingarnar sum heild, eisini innan flokslæraraarbeiðið


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.