Tíðindi

Flestu skúlar hava sorgartilbúgving

Sorgartilbúgvingin er ómetaliga týdningarmikil, tað veit man, tá ið man fær brúk fyri henni, sigur skúlastjóri

27. apríl 2020

Í flestu skúlum vita tey, hvat tey skulu gera, tá ið ein næmingur doyr ella missir foreldur ella systkin, og tá ið foreldur ella systkin hjá næmingi eru álvarsliga sjúk. Og í flestu skúlum eru nakrir ávísir lærarar, sum eru settir at taka sær av sorgartilbúgvingini. Skúlablaðið hevur spurt fólkaskúlar kring landið; av teimum 35, sum vórðu spurdir, svaraðu 25, og svarini eru rættiliga eins.

Tað er tó rættiliga ymiskt, hvussu skúlarnir skipa sorgartilbúgvingina. Summir skúlar siga, at teir hava ikki ávísar lærarar at taka sær av henni, men at tað skiftir alt eftir, hvørjar umstøðurnar eru; tó er í flestu førum flokslærarin hjá næminginum, sum er raktur, við í tilbúgvingini. Aðrir skúlar hava sorgartilbúgving og eitt toymi, sum hevur ábyrgdina av henni. Í onkrum skúla skipa tey seg soleiðis, at tað er ábyrgdarlærarin fyri ávísa næmingin, sum verður raktur, ið saman við toyminum tekur sær av sorgararbeiðinum.

- Vit hava ikki sorgarbólk. Vanliga er tað flokslærarin, ein lærari í flokkinum og ein úr leiðsluni, sum manna ein sorgarbólk. Um eitt av hesum fólkunum ber seg undan, er hetta loyvt. Vit finna onkran annan, sum kennir flokkin og tey avvarðandi. Hesum hava vit ikki havt trupulleikar av. Vit meta, at tað verður eitt sindur kunstugt, um fólk, sum ikki kenna tey avvarðandi, taka sær av hesum. Tí hevur tað verið eitt sindur ymiskt, hvør tekur sær av tí ymiska í sambandi við miss. Tó skal sigast, at vit hava føst starvsfólk, sum vegleiða í sambandi við miss, sigur skúlaleiðari.

Teir smáu skúlarnir skipa seg sum vera man øðrvísi enn teir miðalstóru og stóru. Í teimum smáu eru tað lærarin ellar lærararnir, sum eru um næmingin, ið saman við heilsufrøðinginum taka sær av sorgartilbúgvingini. Fáir av teimum smáu skúlunum hava toymi, onkur teirra hevur nýliga orðað sorgartilbúgving. Onkur av teimum smáu skúlunum samstarvar við grannaskúla, tá ið sorg rakar. Í teimum stóru skúlunum er AKT-lærarin ofta við í sorgarbólki saman við øðrum lærarum og heilsufrøðinginum.

Summir skúlar endurskoða og dagføra sorgartilbúgvingina við jøvnum millumbili, og í onkrum skúla hava tey lagt afturat eina tilbúgving, sum tekur við, tá ið foreldur fara hvør til sítt.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.