Stabbamynd greinar

Flestu lærarar fingið starv

23 av 28, sum fingu læraraprógv í juni, hava søkt lærarastarv; hjá 17 teirra hevur tað eydnast at fáa starv

01.10.2018

Sekstan teirra hava fingið tíðaravmarkað starv, ein hevur fingið fast starv í miðnámsskúla, og 4 hava fingið vikartímar; hjá onkrum teirra, ið hevur fingið vikartímar, er tað so mikið nógvir tímar, at tað svarar til meiri enn hálvt starv, og onkur teirra, sum virkar sum vikarur, er eisini settur í tíðaravmarkað starv í styttri tíðarskeið í sama skúla. Bara í tveimum førum hava lærarar, sum hava søkt starv, hvørki fingið starv ella vikartímar.

Nógvir av lærarunum hava fingið starv í nærumhvørvinum, men fleiri teirra hava søkt nógv størv, onkur 13 størv og onkur øll størvini, sum vóru leys; tey flestu hava eisini søkt víða, langt burtur frá bústaðnum, og í onkrum føri hava tey fingið starv 50 km heimanífrá, men eru síðan flutt til staðið, har tey hava fingið starv. Summi hava tó verið sera heppin, søkt eitt starv og fingið tað, og onkur einstakur fekk tvey størv í boði.

Fimm lærarar, sum fingu prógv í juni, hava av ymsum orsøkum ikki søkt starv; fleiri ætla at søkja komandi skúlaár.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.