Tíðindi

Fleiri foreldur vitja barnabókasavnið eftir lesivanakanningina

Lesivanakanningin hevur sett dám á farna árið á barnabókasavninum hjá Býarbókasavninum í Havn, tí munandi fleiri foreldur hava vitjað og spurt eftir føroyskum bókum til børnini

27. desember 2018

Í málmenningarárinum 2018 varð av álvara varpað ljós á lesivanar hjá børnum, tá stóra lesivanakanningin varð kunngjørd. Barnabókavørðirnir á Býarbókasavninum, Hanne Magnussen og Malan Hilmarsdóttir, vísa á, at ein broyting er farin fram eftir lesivanakanningina.

- Tann stóri munurin er, at foreldrini eru við. Fyrr hava vit ikki sæð so nógv foreldur at teimum størru børnunum. Tey eru komin einsamøll. Men nú koma tey og spyrja, um vit hava bøkur á føroyskum til børnini. Tað var ikki nakað, sum man legði merki til fyrr, men tað leggur man ordiliga merki til nú. Serliga aftaná at kanningin bleiv kunngjørd. Tá merktu vit tað ótrúliga væl. Tey hava fingið eitt lítið sjokk, tey flestu. Tað eru nógv foreldur, sum siga, at barnið hjá teimum lesur ov lítið, og tey vilja gjarna hava, at tey skulu lesa meira, greiðir Malan Hilmarsdóttir frá.

Ein onnur broyting, sum sæst aftur í lánaramynstrinum, er, at bæði børn og foreldur velja bøkur á føroyskum fram um bøkur á donskum ella enskum.

- Fyrr var tað soleiðis, at føroyskar bøkur, tær vóru hildnar at vera keðiligar og ótíðarhóskandi, og tær blivu næstan ikki læntar. Fyrr stóðu tær føroysku bøkurnar fyri seg, men av tí at tær blivu so lítið brúktar, so valdu vit at gera evni – krimi, fantasy, okkara verð. Tí so roknaðu vit við, at tá tey komu eftir einari danskari bók, so duttu tey fram á eina føroyska, sum tey so kanska tóku. Men nú eru vit í øvutari støðu, sigur Malan Hilmarsdóttir.

- Nú vilja tey faktiskt bara hava føroyskar bøkur. Tá tey so spyrja um okkurt evni, sum tað ikki er so nógv av á føroyskum, so er tað ordiliga ringt. Um vit vísa teimum á eina hill, har tað eru nógvar danskar bøkur og so føroyskar inn ímillum, so kann tað vera ringt hjá teimum at finna tað føroyska, tá tey bara vilja hava føroyskt, greiðir Hanne Magnussen frá.

Broytti eftirspurningurin hjá lesarunum hevur gjørt, at bókavørðirnir nú arbeiða við eini loysn, sum ger, at tað verður lættari at finna tað føroyska tilfarið, óansæð hvussu tað er flokkað. Bøkurnar skulu frámerkjast, so tú sært, at tær eru á føroyskum.

Bókavørðirnir vísa á, at eisini nýtslan av barnabókasavninum broytist og økist, tí sum heild eru fólk farin at brúka bókasavnið meira. Hetta sæst í stóran mun á vitjanunum í vikuskiftunum.

- Leygardagarnir eru broyttir nógv. Fyrr vóru øgiliga fá á bókasavninum ein leygardag. Nú er tað so, at longu klokkan 10-11 eru ein rúgva av fólki. Og tað sama við sunnudegnum. Og tað eru foreldur, sum koma við børnum. Fólk eru blivin meira tilvitað um at brúka bókasavnið, sigur Malan Hilmarsdóttir.

Í juni læt Leikasavnið upp, og í november læt nýggja matpakkarúmið upp. Ein nýggj lesistova, Ævintýrrúmið, er eisini komin afturat hølunum á barnabókasavninum.

Tekstur og mynd: Silja Aldudóttir

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.